26.09.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

10 prógv handað á Føroyamálsdeildini

Á hugnaligari samkomu í gjár, hósdagin 25. september, vórðu 9 BA-prógv og eitt samansett MA-prógv handað. Útbúgvingarleiðari Jógvan í Lon Jacobsen handaði prógvini og flutti fram røðu.


 

Góða samkoma

Vælkomin øll somul, bæði BA’arar, MA’ari og tykkara avvarðandi, til hesa hugnaløtuna í sambandi við prógvhandan á Føroyamálsdeildini. Tað snýr seg um, at vit í dag skulu handa 9 BA-prógv og eitt MA-prógv. Umframt hesi prógvini, sum vit handa í dag, hava vit handað fleiri MA-prógv fyrr í ár. Tað seinasta í gjár.

Fyrst til BA’ararnar. Tað er nakað síðani, tit gjørdust BA’arar, men nústani í dag fáa tit prógvini. Orsøkin er, at onkur lesandi vegna serligar umstøður fekk longda freist. Um eina lítla løtu havi eg ta gleði at handa tykkum prógvini. Men fyrst nøkur orð.

Tað eru nú trý ár síðani tit byrjaðu tykkara BA-útbúgving í føroyskum. Tá vóru tit nakað fleiri enn í dag. Minnist ikki talið, men tað hevur helst ligið millum 15-20, sum vóru upptikin tá. Eg veit sjálvandi ikki, hvørjum væntanum tit komu við tá, men tað er ikki sjáldan, at lesandi gevast, tí at lesturin ikki svarar til tær væntanir, sum tey lesandi koma við. At lesa føroyskt sum akademiskt fak kann vera strævið og krevur nógv arbeiði og tað at seta seg inn í ástøði og háttaløg kann vera krevjandi. 

Vit eru sjálvandi sera fegin um, at tit hava hildið á og gjørt lesturin lidnan. Og eg haldi ikki eg sigi ov nógv, tá ið sigi, at vit hava hildið, at tit hava verið eitt sera dugnaligt lið: engagerað og positiv og víst áhuga fyri lestrinum. Og tað vísa so úrslitini í dag. Summi tykkara hava valt at halda fram og eru farin undir MA, og tykkum fari eg at ynskja góða eydnu og samstundis ynskja hinum, sum valdu at gevast eftir lokið BA-prógv, alt tað besta. 

So fari eg at venda mær til MA’aran, Rúnu Jakobsen. Hon hevur tikið tað, vit kalla samansett MA, og tað merkir, at hennara útbúgving er samansett av tveimum fakum. Hon hevur tikið høvuðsgrein í føroyskum, sum er BA + høvuðsritgerð á 30 ECTS, og so hevur hon hjánám í øðrum faki. Hetta prógvið er serliga ætlað sum eitt miðnámslæraraprógv. Hon hevur tikið høvuðsgrein í føroyskum og hevur ítrótt sum hjágrein. Eg hevði tann heiður at virka sum vegleiðari hjá Rúnu til høvuðsritgerðina um eitt sera viðkvæmt evni, nevniliga tað føroyska stavraðið, sum hon vinklaði sum eina samfelagsmálvísindaliga kanning av hugburði til aáb’ið ella abc’ið, sum hon kallaði tað. Hon bygdi sítt tilfar á spurnalistar. Sera áhugavert tilfar og góðar greiningar av tilfarinum.

Tit hava helst merkt, at broytingar verða framdar í bygnaðnum á Setrinum, men vónandi hava tit ikki merkt tær sum nakran stóran bága í gerandisdegnum.  

Hetta verður helst seinastu ferð, at vit gera upp á henda mátan at vit handa prógvini á deildini, tí í framtíðini skulu øll prógvini, sum verða tikin á Setrinum, handast við eina stóra felags samkomu síðst í juni, og sum Setrið skipar fyri. Henda mannagongd er byrjað, men enn hava vit ikki verið við í hesum, tí at freistin fyri innlating av BA-ritgerðum hevur ligið so seint, at ritgerðirnar ikki hava verið dømdar tá.

Setursleiðslan hevur heitt á deildina um broyta hetta, soleiðis at í framtíðini verður freistin fyri innlating av BA-ritgerðum skumpað ein mánað fram til mánaðarskifitið mai-juni, so at allar ritgerðirnar eru dømdar, tá ið tann felags prógvhandanin fer fram.

Mín vón skal vera, at tit við einum prógvi hiðani kunnu fara út í samfelagið og gera gagn við teimum førleikum, sum tit hava fingið her. 

Tey, sum hava lokið BA’prógv eru hesi: Birita Dal-Christiansen, Jóhan Petur Dam, Árant Djurhuus, Olga H. Helmsdal, Anna M. Hentze, Brynhild Kamban, Jákupbjørg Lambaa, Guðrið S.R. Poulsen, Tórun L. Samuelsen.

Tann, sum hevur lokið MA-prógv, er Rúna Jakobsen.

Hjartaliga til lukku øll somul!