University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
162 prógv handað á hátíðarhaldi

162 prógv handað á hátíðarhaldi

Innan trý útbúgvingarøki vórðu prógv handað fyri fyrstu ferð


Fríggjadagin var sannur hátíðardagur á Setrinum – hann varð hildin í Norðurlandahúsinum, ið var karmur um árligu prógvhandanina. 165 prógv vórðu handað lesandi av rektaranum, Sigurði í Jákupsstovu: 148 bachelorprógv, 13 masterprógv og 4 hjánámsprógv.

Talan var um 40 lærarar, 35 námsfrøðingar, 17 sjúkrarøktarfrøðingar + 43 sjúkrarøktarfrøðingar, ergoterapeutar og fysioterapeutar, ið hava tikið ískoytisprógv í sjúkrarøktarfrøði á bachelorstigi, 13 frá Søgu- og samfelagsdeildini, 3 frá Føroyamálsdeildini og 8 frá Náttúruvísindadeildini. Fyri fyrstu ferð varð prógv handað fyri lokna útbúgving innan West Nordic Studies, innan masterlæruna á Søgu- og samfelagsdeildini og innan vegleiðing.

Umframt hesi, so vóru 13, ið høvdu lokið prógv síðani prógvhandanina fyri ári síðani, og tey vórðu eisini hátíðarhildin hendan dagin. Niðanfyri er yvirlit yvir tey, ið hava tikið prógv síðani prógvhandina fyri einum ári síðani. Tølini í klombrum eru tey, ið hava tikið prógv áðrenn prógvhandina hesa ferð. Ískoytisútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði er eitt árs útbúgving, ið gevur bachelorprógv til tey, ið hava prógv sum sjúkrarøktarfrøðingar eftir gomlu útbúgvingini.

Sigurð í Jákupsstovu, rektari, helt røðu vegna Fróðskaparsetur Føroya, Bergur Arnbjarnarsonur Dalsgarð helt røðu vegna tey lesandi, og Jóhanna á Bergi var gestarøðari. Bólkurin Jasmin stóð fyri tónleikinum.

BACHELOR

Føroyskt 2
KT-verkfrøði 2
Lívfrøði 5
Lærari 40
Námsfrøði 34
Sjúkrarøktarfrøði 17
Søga 1
Politikkur og umsiting 2
Sosialvísindi og samfelagsplanlegging 2
Hjánám í føroyskum 1 (3)
Ískoytisútbúgving sjúkrarøktarfrøði 43

MASTER

Løgfrøði 5 (2)
Føroyskt (2)
Vegleiðing 2
Meistaralæra - Sosialvísindi og samfelagsplanlegging 1
West Nordic Studies 1
Masterskeið gudfrøði (5)




Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025