University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
200 kr pundið fyri orðabók

200 kr pundið fyri orðabók

Lærdómur er lættur at bera, var gamalt at siga, men nýggja Enskt- Føroyskt/Føroyskt-Enskt orðabókin hjá Sprotanum, er tung at bera.


Jonhard Mikkelsen segði, at hann fekk ringa samvitsku at hugsa um tey neyðars børn, sum skuldu knossast undir hesi tungu byrðu, tá tey høvdu enskt, tí verkið vigar 11 pund. og prísurin er umleið 200 kr. pundið, nakað tað sama sum kilo prísurin á kalva á meginlandinum.

Móttøkan hjá Sprotanum fríggjadagin 22/2 var sera skemtingarsom. Torbjørn Jacobsen er, sum øllum kunnugt, ein framúr góður talari, men talan fríggjadagin bar tó av øllum. Hann sammetti orðabókararbeiðið við gerilja kríggj, har teir báðir Mikkelsen og Skaale sníktu seg eftir sniðgøtum í málfrumskóginum í stríði fyri málinum. Ja nakað soleiðis málbar hann seg. Fólk í salinum flenti í kíki, aftaná var tað onkur, sum helt at Torbjørn heldur skuldi verið sjónleikari enn politikari.

Góður tónleikur var eisini á skránni, Martin Joensen sang sínar gomlu og vælumtóktu sangir. Forkunnugt var at hoyra Kára P. ella Kára Leivsson, sum hann nú eitur, syngja 2 sangir.

Tað er eitt megnarverk, Jonhard Mikkelsen og Anfinnur í Skála hava latið úr hondum. Orðabókin brúkar ta mest framkomnu tøknina. Sum nakað nýtt kanst tú koma at orðabókini gjøgnum fartelefonina.

Arbeiðið hevur tikið langa tíð, tað byrjaði í 1990. Til tíðir hevur tað verið strævið, men sum Jonhard segði:

”Vit fáa onga hjálp til føroyskt, ta ábyrgd mugu vit sjálvi taka”.

Fróðskaparsetur Føroya hevur teknað seg sum haldara av orðabókini hjá Sprotanum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2023-08-30 at 14-03-51 Kampus Her er vinnarauppskotið.png

    Kampus: Felagsbygningurin liðugt projekteraður

  2. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Kom og hoyr um nýggja námsfrøðiliga útbúgving

  3. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin