University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
22 norðurlendingar á skeiði í føroyskum
08.06.2016
Føroyamálsdeildin

22 norðurlendingar á skeiði í føroyskum

Undirvísing, venjingar, fyrilestrar og útferðir eru á skránni, tær tríggjar vikurnar, summarskeiðið varir


22 norðurlendingar – seks menn og 16 kvinnur úr Noregi, Svøríki, Danmark og Finnlandi – eru í hesum døgum á einum av afturvendandi summarskeiðunum í føroyskum á Føroyamálsdeildini. Studentarnir eru skift í tveir flokkar, alt eftir fortreytum tey hava í mállæru og føroyskum.

Hvør flokkurin hevur sín lærara, og fyrrapartar er floksundirvísing í føroyskum. Seinnapartar eru venjingar ymiskum slagi, eitt nú samrøðu- og mállæruvenjingar.

Umframt floksundirvísingina so eru eisini felags fyrilestrar um føroyskt mál og føroyska málsøgu, eitt nú sum tátt í tjóðskaparrørsluni.

Útlendsku gestirnir fáa eisini høvi at koma út um skúlagátt. Í dag hevur hópurin verið og hugt at gomlu Havnini, og í morgin verður farið útferð undir Vestmannabjørgini, seinni verður dagsferð gjørd til Tjørnuvíkar og til Gjáar.

Skeiðið, sum fyri stóran part verður fíggjað av norðurlendska ráðharraráðnum, varir tríggjar vikur og endar við próvtøku 25. juni.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Kampus Frælsið

    Valfundur: Kunnu vit styrkja Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

  2. 2012-Setur.fo_Bygningar-068.jpg

    Ph.d.-skeið í kvalitativum háttaløgum

  3. Francesco undirvísir í rómverjarætti (3).jpg

    Symposium um rómverjarætt