University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Klipt Noomi Í Dali 25 Ára Starvsdag Dekanur Og Rektari

V.m. Kalpana Vijayavarathan, dekanur á Námsvísindadeildini, Noomi í Dali, námslektari í handarbeiði, og Martin Tvede Zachariasen, rektari

13.05.2026
Setrið Námsvísindadeildin

25 ára starvsdagur hjá Noomi í Dali

Seinnapartin 12. mai 2026 var hugnaløta á Námsvísindadeildini í sambandi við, at Noomi í Dali hevði 25 ára starvsdag

Noomi er námslektari í handarbeiði á Fróðskaparsetri Føroya, og nú ein fjórðingsøld í gjár var liðin, síðani hon kom í starv á tí, sum í gomlum døgum æt Føroya Læraraskúli, vildu starvsfelagar heiðra hana.

Og tað varð gjørt við felagssangi, røðum og góðum ábiti í kjallaranum í lon 7 á Frælsinum á Námsvísindadeildini, har ið Noomi undirvísir til dagligt. 

Karmurin um hátíðarhaldið var ein sera vøkur framsýning, sum læraralesandi á handarbeiðslinjuni, har Noomi undirvísir, høvdu gjørt.

Í røðu síni fyri Noomi takkaði Martin Tvede Zachariasen, rektari, fyri trúfesti hennara móti Setrinum.

- Tú ert ein av fremstu serfrøðingum í føroyskum handarbeiði og føroyskari siðvenju í sambandi við handarbeiði. Eg haldi, at tú ert eitt gott dømi um, hvussu starvsfólk á Setrinum áhaldandi menna seg og undirvísingina, segði rektarin m.a.

Fleiri onnur røddu eisini, m.a. Kalpana Vijayavarathan, sum er dekanur á Námsvísindadeildini, har Noomi arbeiðir.

- Vegna alla deildina takki eg tær fyri tín eldhuga, listaliga dugnaskap og mongu løturnar, sum hava ríkað hesa deildina og alt Setrið. Til lukku á hesum merkisdegi tínum. Vit fagna tær í dag við takksemi og viðurkenning, segði dekanurin m.a.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving