Tey 25 við prógvi á hátíðarhaldi á Hotel Føroyum. Sunnudagin er annars evstamark at tekna seg til eitt spennandi stakskeið í námsfrøðiligari leiðslu sí niðast í greinini (Foto: ummr.fo)
10.06.2020
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

25 fingið prógv í námsfrøðiligari leiðslu

Útbúgvingin er ætlað skúlastjórum, skúlaleiðarum og teimum, sum vilja arbeiða við skúlaleiðslu, og nú hava 25 fingið prógv

Fyri trimum árum síðani bleiv diplomútbúgvingin í námsfrøðiligari leiðslu boðin út á fyrsta sinni, og í gjár fingu 25 prógv handað.

Útbúgvingin er soleiðis samansett, at fyrstu 30 ECTS-stigini verða brúkt til at koma upp á bachelorútbúgving, og næstu 30 ECTS-stigini er útbúgving í námsfrøðiligari leiðslu.

Útbúgvingin er ætlað skúlastjórum, skúlaleiðarum og teimum, sum hava í huga at arbeiða við skúlaleiðslu.

Styrktar skúlaleiðslur

Yvirskipað snýr námsfrøðilig leiðsla seg um at styrkja leiðandi førleikarnar hjá skúlastjórum og skúlaleiðarum, soleiðis at hann ella hon á besta hátt kunnu stimbra fakligu og sosialu førleikarnar hjá einstaka læraranum. Eisini snýr námsfrøðilig leiðsla seg um at stimbra samstarvið hjá einstaka læraranum við næmingin og foreldrini.

Tað er Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya í samstarvi við Glasir, sum hevur skipað leiðsluútbúgvingina.

“Tað er gleðiligt, at tey, sum ganga á odda í skúlunum kring landið, kunnu taka leiðsluútbúgving í Føroyum. Sjálvt um skúlaleiðslurnar sum heild rigga væl, hevur leingi verið tørvur á, at skúlaleiðslurnar verða fakliga styrktar, so dagurin í dag er eitt stórt fet rætta vegin,” segði Jenis av Rana, landsstýrismaður á hátíðarhaldinum á Hotel Føroyum.

Stakskeið byrjar í heyst

Tey, sum brenna fyri hesum fakøkinum, skulu spíska sær blýantin nú. Tí sunnudagin er evstamark at tekna seg til eitt spennandi stakskeið á Namsvísindadeildini á Setrinum í heyst, og sum júst snýr seg um yvirskipaða námsfrøðiliga leiðslu. Hetta skeiðið er á masterstigi og fevnir um 15 ECTS-stig.

Málbólkurin er skúlaleiðarar og námsfrøðingar, sum eru í leiðarastarvi. Somuleiðis er skeiðið egnað til fólk, ið umhugsa at søkja eitt leiðslustarv seinni, eins og til fólk, ið arbeiða við organisatiónsmenning á námsfrøðiliga økinum.

Seinni fer Setrið at bjóða eina 120 ECTS-masterútbúgving í leiðslu og stýring/fyrisiting, har tað er møguligt at steðga eftir 60 ECTS og fáa eitt diplomprógv í leiðslu og stýring/fyrisiting á masterstigi.

Tá er møguligt at søkja um at fáa hetta heystarskeiðið í yvirskipaðari námsfrøðiligari leiðslu góðskrivað.

Undirvísarar vera Súsanna Olsen, stjórnamálafrøðingur og master í virðisleiðslu og Jóhannes Miðskarð, cand. ped. í námsfrøðiligari sálarfrøði og ph.d.

Umsóknarfreistin er 14. juni á midnátt, og umsóknir skulu sendast til lestur@setur.fo

Umsóknblað fæst HER.