University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Granskingarráðið (2).jpg

Granskingarráðið, sum heldur til á Bryggjubakka, hevur fingið tilo uppgávu at umsita granskingarskránna, haðani granskingarstovnar kunnu søkja um stuðul (Foto: gransking.fo)

Tíðindaskriv frá Grasnkingarráðnum
09.07.2020
Setrið Náttúruvísindadeildin

25 mió til havgransking

Nú ber til hjá granskingarstovnum í Føroyum, Grønlandi og Danmark at søkja um stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi

Danska stjórnin hevur sett umleið 25,5 milliónir krónur av tey næstu fýra árini til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi við serligum atliti at broytingum í veðurlagnum.

Størsti parturin skal lýsast leysur at søkja til granskingarverkætlanir. Ein minni partur fer til fyrisiting.

Ætlanin við granskingarskránni er at skapa meira vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi, sum kann stuðla upp undir at finna loysnir á avbjóðingum serliga í sambandi við hitaflutning í havstreymum, uppbýtinum millum ovara og djúpra rákið í sjónum, útbreiðslu og vakstrarmøguleikar hjá fíggjarliga áhugaverdum fiskastovnum og havsúrgan.

Granskingarstovnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark kunnu søkja um stuðul frá granskingarskránni. Endamálið við granskingarskránni er eisini at menna samstarvið millum londini um havgransking.

Tað er tí ein treyt, at játtan verður latin til øll trý londini.

Fyrsta umfar

Granskingarráðið í Føroyum hevur fingið til uppgávu at umsita granskingarskránna. Ráðið lýsir nú eftir umsóknum til fyrsta part av skránni, sum er fýra milliónir krónur, sum eru tøkar í ár.

Mesta stuðulsupphæddin til hvørja verkætlan er tvær milliónir, og tí verður stuðul væntandi latin til tvær ella tríggjar verkætlanir í ár.

Í minsta lagi skulu granskingarstovnar í tveimum av teimum trimum londunum vera við í hvørjari verkætlan. Granskingarstovnar úr øðrum londum kunnu luttaka við egnari fígging.

Umsóknarfreistin er 21. september kl. 12.

Lýsing eftir umsóknum við nærri greining av krøvum og treytum er at finna her.

Umsóknir skulu skrivast á serligt oyðublað, ið kann heintast her.

Hoyrið innslag í Kringvarpi Føroya við Anniku Sølvará, stjóra á Granskingarráðnum her (tíðarkota 08.20).

Lesið meira á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, www.gransking.fo.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing