University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
250 umsøkjarar fáa bjóðað lestrarpláss
16.07.2014
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

250 umsøkjarar fáa bjóðað lestrarpláss

Tá freistin at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya var úti, vóru 366 umsóknir innkomnar.


Av teimum hava 250 fingið bjóðað lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya í 2014. 

Býtið millum útbúgvingarnar gjørdist soljóðandi:

Bachelor-nám

Lívfrøði: 16

KT-verkfrøði: 29

Lærari: 35 – lægsta miðaltal í kvotu 1: 8,4

Námsfrøði: 35 – lægsta miðaltal í kvotu 1: 7,7

Sjúkrarøktarfrøði: 22 – lægsta miðaltal í kvotu 1: 8,6

Føroyskt (BA og hjánám): 23

Politikkur og umsiting: 17

Søga: 19 

Sosialvísindi og samfelagsplanlegging: 27

Master-nám

Master í Føroyskum: 9

Master í lóg: 18

Tað ber ikki til at siga hvussu nógv av hesum taka av, hetta vita vit ikki fyrr enn eftir 4. august, tá freistin at lata inn váttan um innskriving er úti.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  2. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  3. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku