16.07.2014
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

250 umsøkjarar fáa bjóðað lestrarpláss

Tá freistin at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya var úti, vóru 366 umsóknir innkomnar.


Av teimum hava 250 fingið bjóðað lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya í 2014. 

Býtið millum útbúgvingarnar gjørdist soljóðandi:

 

Bachelor-nám

Lívfrøði: 16

KT-verkfrøði: 29

Lærari: 35 – lægsta miðaltal í kvotu 1:   8,4

Námsfrøði: 35 – lægsta miðaltal í kvotu 1:   7,7

Sjúkrarøktarfrøði: 22 – lægsta miðaltal í kvotu 1:   8,6

Føroyskt (BA og hjánám): 23

Politikkur og umsiting: 17

Søga: 19 

Sosialvísindi og samfelagsplanlegging: 27

 

Master-nám

Master í Føroyskum: 9

Master í lóg: 18

 

Tað ber ikki til at siga hvussu nógv av hesum taka av, hetta vita vit ikki fyrr enn eftir 4. august, tá freistin at lata inn váttan um innskriving er úti.