19.07.2017
275 umsøkjarar fingið bjóðað lestrarpláss
Freistin at taka av lestrarplássinum er 1. august á midnátt.
Setrið hevur nú viðgjørt tær 353 umsóknirnar um lestrarpláss, sum komu inn í ár. Í dag, mikudagin 19. juli, hava allir umsøkjarar fingið boð umvegis t-post.
Av teimum 353 umsøkjarunum fáa 275 at vita, at teimum stendur í boði at fáa eitt lestrarpláss: 230 á einari av bachelorútbúgvingunum, 14 á einum av hjánámunum og 31 á einari av masterútbúgvingunum. Í fjør fingu 409 tilboð um lestrarpláss.
Tey 81, sum ikki hava fingið tilboð um lestrarpláss, fáa eisini boð umvegis t-post: Summi við fráboðan um, at umsóknin ikki er gingin á møti, onnur við fráboðan um, at tey standa á bíðilista.
Tey, sum fáa boðið lestrarpláss, skulu vátta, um tey taka av ella ikki. Seinasta freist at boða frá er 1. august á midnátt.
| Bjóðað lestrarpláss 2017 | Kvota 1 | Kvota 2 | Tilsamans |
| Sjúkrarøktarfrøði | 20 | 10 | 30 |
| Lærari | 28 | 7 | 35 |
| Námsfrøði | 28 | 7 | 35 |
| Búskaparfrøði | 31 | 1 | 32 |
| Føroyskt BA | 15 | 15 | |
| Politikkur og umsiting | 19 | 3 | 22 |
| Sosialvísindi og samfelagsplanlegging | 19 | 3 | 22 |
| Søga BA | 15 | 15 | |
| Orkuverkfrøði | 14 | 1 | 15 |
| Orkuvísindi | 1 | 1 | 2 |
| Orkuvísindi og støddfrøði | 5 | 2 | 7 |
| Hjánám í føroyskum | 5 | 5 | |
| Hjánám í støddfrøði | 5 | 2 | 7 |
| Hjánám SSD | 2 | 2 | |
| Bachelor og hjánám tilsamans | 207 | 37 | 244 |
| Masterlæra | 14 | ||
| Føroyskt | 2 | ||
| Løgfrøði | 4 | ||
| West Nordic Studies | 11 | ||
| Master tilsamans | 31 | ||
| Bjóðað lestrarpláss tilsamans | 275 | ||
.