Kongshøll var á tremur við nýggjum og spentum lesandi mánamorgunin 21. august
22.08.2023
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

281 nýggj lesandi í ár

Tilsamans 281 nýggj lesandi eru byrjað á Fróðskaparsetri Føroya í ár, og á stóru lestrarbyrjanini, sum var í gjár, høvdu 256 sín fyrsta dag á Setrinum

Rokan var í fjøruni í gjár á Vestaru Bryggju í Havn, tá stóra innleiðslan fyri nýggj lesandi var í Sjóvinnuhúsinum, har Fróðskaparsetur Føroya eisini heldur til. Myndirnar frá degnum kunnu tit síggja niðanfyri.

256 lesandi á 20 útbúgvingum høvdu sín fyrsta dag, har tey fingu lestrarkort og góð vælkomuorð og tónleik í Kongshøll, áðrenn tey fóru út á sínar egnu deildir, har tey eisini hava innleiðslur hesa vikuna.

Í ár fer Námsvísindadeildin á fyrsta sinni at hava tveir flokkar av námsfrøðingum, nú samfelagsligi tørvurin á teimum er so stórur. Tilsamans 44 námsfrøðilesandi eru í 2023-árganginum.

25 nýggj sjúkrarøktarfrøðilesandi byrjaðu eisini í gjár, og aftrat hinum 25, sum byrjaðu í januar, er tann árgangurin sostatt 50.

Á spildurnýggju útbúgvingini, master í Dátuvísindum, fara 17 lesandi nú til verka.

Vit ynskja tykkum øllum somlum góða lestrarbyrjan og eina mennandi lestrarleið!

Ársins umsóknartøl og tøl fyri tey, sum eru byrjað á teimum ymisku útbúgvingunum, eru her:

Starvsfólkini á Lestrarskrivstovuni taka ímóti teimum nýggju lesandi, sum skulu hava lestrarkort og kunnandi tilfar, áðrenn felagsløtan byrjar í Kongshøll

Umframt lestrarkort, sum gevur atgongd til ymsar tænastur á Setrinum, fáa tey lesandi eisini kunnandi tilfar um hesa fyrstu tíðina. Hesi Setursnetini eru til tey lesandi á masterútbúgvingini í Dátuvísindum, sum á fyrsta sinni verður útboðin í ár. Har verður gravgangur eftir teimum, tí tørvurin á vælútbúnum fólki á tí økinum bara veksur 

Nýggi rektarin á Setrinum, Martin Tvede Zachariasen, tók við rektarastarvinum við ársbyrjan. Hann heldur, at tvær tær stuttligastu uppgávurnar í starvinum eru at bjóða nýggjum lesandi vælkomnum og at handa teimum prógv við stóru prógvhandanina, sum hann gjørdi á fyrsta sinni í summar í Norðurlandahúsinum

- Tá Fróðskaparsetrið varð sett á stovn fyri næstan 60 árum síðani, var tað føroyska málið og føroysk mentan, sum undirvísarar og granskarar í byrjanini savnaðu seg um: At varðveita og menna tað, sum eyðkennir Føroyar sum tjóð. Hesa serligu uppgávu hava vit ikki gloymt, men í dag er Setrið eisini ómetaliga nógv annað, við 25 ymiskum hægri útbúgvingum innan alskyns øki, segði rektarin m.a. í røðu síni og legði aftrat, at hann fegnast um, at tey hava valt Setrið sum lestrarstað.

- Her á Setrinum fáa tit eina hægri útbúgving á altjóða stigi, sum gevur tykkum bestu møguleikar at fáa eitt gott starv aftaná – ella at fara undir framhaldandi lestur, her ella uttanlands. Eg hugsi, at mong tykkara hava valt at lesa á Setrinum, tí tit vilja vera búgvandi í Føroyum, meðan til nema tykkum hægri útbúgving. Orsøkirnar eru helst ymiskar – men tær eru allar góðar!, segði Martin Tvede Zachariasen eisini. Hann bað tey halda fast í sínum dreymum og sínum forvitni.

- Hvør einstakur av tykkum hevur helst ein dreym um framtíðina. Um tú fert undir at lesa sjúkrarøktarfrøði, droymir tú helst um at gerast sjúkrarøktarfrøðingur og at hjálpa veikum og sjúkum menniskjum. Um tú fert undir at lesa til námsfrøðing ella lærara, vilt tú helst sleppa at menna og útbúgva okkara børn til lærdar og demokratiskar samfelagsborgarar. Um tú fert undir at lesa føroyskt, man tað vera áhugin fyri máli og mentan, sum dregur – og kanska dreymar um at skriva ella undirvísa. Um tú fert undir at lesa løgfrøði, hevur tú uttan iva áhuga fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag og hevur kanska ein dreym um at gerast advokatur. Og fert tú undir at lesa kunningartøkni, web-menning ella dátuvísindi man tað vera áhugin fyri teldum og tøkni, sum dregur – og hvussu henda tøkni kann brúkast til at menna vinnu og samfelag.

Og vita tit hvat? Allir dreymar eru rættir og góðir. Eg hevði eisini nakrar dreymar, tá eg byrjaði at lesa. Dreymarnir broyttust á leiðini, og eg endaði ikki júst har, eg trúði eg fór at enda. Eg fekk í veruleikanum eina meira spennandi starvsleið, enn eg hevði droymt um. Men dreymarnir vóru rættir og góðir, og tað avgerandi er, at hvør einstakur av tykkum hevur ein dreym um framtíðina. Dreymar kunnu – eins og trúgv – flyta fjøll, og dreymar eru ein drívmegi, sum vit ikki skulu undirmeta. Dreymar kunnu broytast á leiðini, men minnist til at droyma!, segði rektarin m.a. við tey nýggju lesandi.

Rannvá Dávadóttir er leiðari á Lestrarskrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya, sum veitir teimum lesandi mangar kjarnutænastur. Hon kallaði argandi Setrið fyri "Høvdavirkið í Havn", har gløgg høvd eru, sum vita eina rúgvu um sera lítið :-) Hon greiddi eisini frá, at miðalaldurin á lesandi á Setrinum er 29,1 ár, og at 61 prosent eru kvinnur og 39 prosent menn. Størstu útbúgvingarnar á Setrinum eru sjúkrarøktarfrøði og námsfrøði, sum traditionelt draga nógv kvinnulig lesandi.

Rannvá Dávadóttir segði, at 91 nýggj lesandi nú byrja á níggju útbúgvingum á Søgu- og samfelagsdeildini, 79 nýggj lesandi á tveimum útbúgvingum á Námsvísindadeildini, 44 nýggj lesandi á fýra útbúgvingum á Náttúruvísindadeildini, 25 nýggj lesandi á einari útbúgving á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og 17 nýggj lesandi á fýra útbúgvingum á Føroyamálsdeildini.

Hesar næstu dagarnar verða kunnandi tiltøk á deildunum, har tey lesandi fáa kunning um m.a. lestrarvegleiðing, akademiskan lestur, KT-skipanir og -tænastur,  Landsbókasavnið og tær tænastur, sum tey har veita lesandi, um fíggjarviðurskifti og eisini um Ráð teirra lesandi, sum er rødd teirra á Setrinum.

So spældu Anna & Angelika sera vakran klassiskan tónleik á ávikavist harmoniku og violin. Tær spældu trý yndislig løg, m.a. Sólveig´s Song hjá Edward Grieg

At enda helt Liljan Weihe, tingkvinna og limur í Mentanarnevnd Løgtingsins, undirhaldandi røðu fyri teimum lesandi, har hon m.a. bað tey um ikki vera bangin fyri kanska at hava valt skeiva útbúgving ella at kenna seg "eitt sindur býtt" hesa fyrstu tíðina. - Tit kunnu skifta útbúgvingarleið, um tit hava valt skeivt, og øll kunnu ikki vera líka so klók, sum tann klókasti av øllum, nemliga Heini í Skorini, skemtaði hon, men legði so aftrat, at hóast fá tosa um tað, so munnu øll kenna seg eitt sindur kroyst ta fyrstu lestrartíðina, tá alt er so nýtt. Og so bað hon tey staðiliga um at fáa sær arbeiði aftrat lestrinum, tí hetta er ein góð framtíðartrygging, segði hon m.a.

Mogunin endaði við, at tey lesandi fóru niður á Svalan, har ymiskir stovnar høvdu básar, har tey lesandi kundu fáa lestrarviðkomandi kunning um m.a. samleika, Studna, bókasavnstænastur, fíggjarviðurskifti o.a.