Rannvá Dávadóttir
10.07.2019
Setrið
Skriva út

286 fáa bjóðað lestrarpláss í 2019

Í dag fáa umsøkjarar til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum boð um, at tey eru upptikin til lestur

 

Tilsamans 397 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Setrinum. Av hesum søktu 313 um upptøku á bachelorútbúgvingum, 37 um upptøku á masterútbúgvingum, 25 søktu um upptøku á diplomútbúgving, 4 søktu um at lesa hjánám og 18 søktu um upptøku til ískoytisútbúgving fyri lærarar og námsfrøðingar.

Fyri bachelorútbúgvingar sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

  • 27 Búskaparfrøði
  • 35 Fólkaskúlalærari
  • 13 Føroyskt
  • 22 Løgfrøði
  • 9  Maskinfrøði
  • 35 Námsfrøði
  • 5 Orkuverkfrøði
  • 2 Orkuvísindi og støddfrøði
  • 8 Politikkur og umsiting
  • 15 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
  • 8 Søga
  • 30 Sjúkrarøktarfrøði

    209 Tilsamans

Fyri masterútbúgvingar sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

  •  5 Føroyskt
  •  4 Løgfrøði
  •  9 Politikkur og umsiting
  • 10 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
  •   8 Søga
  •   2 West Nordic Studies

     38 tilsamans 

Fyri diplomútbúgving í listaligum arbeiði sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

  • 10 ritlist
  • 6 tónlist

     16 tilsamans

Fyri hjánám sær býtið av lestrarplássum soleiðis út:

  • 2   Føroyskt
  • 3   Støddfrøði

      5 Tilsamans

Tey, sum hava fingið útbúgvingartilboð, hava nú og til í seinasta lagi 1. august at siga frá, um tey taka av lestrarplássinum. Taka tey ikki av, verða tøk pláss til tey, sum standa á bíðilista. Tá verður farið undir at kanna, hvørjir av umsøkjarunum, sum standa á bíðilista, skulu hava boðið lestrarpláss og boð verða send teimum so skjótt, sum hetta er klárt.

Umsøkjarar, sum hava fingið avslag, eru kunnaðir um, at teir kunnu seta seg í samband við Setrið at fáa nærri kunning og vegleiðing.

Sí eisini niðanfyri samlað yvirlit yvir umsóknir til lestur á Setrinum fyri upptøkuna 2019.