University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 11 13 At 11 54 17 Ein Verkætlan Fingið Stuðul Til At Granska Uttanríkis Verju Og Trygdarmál
13.11.2025
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

3 mió til at granska sivila verju og váðaplanlegging

Fróðskaparsetur Føroya hevur í samstarvi við Ilisimatisarfik, Roskilde Universitet og Tænketanken Digital Infrastruktur fingið tríggjar milliónir krónur til granskingarverkætlan um sivila verju og váðaplanlegging í Grønlandi og Føroyum

Faknevndin fyri skránna um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk, sum eitur FASDiNA, hevur gjørt av at játta tríggjar milliónir krónur til eina granskingarverkætlan á Fróðskaparsetri Føroya, sum hevur heitið Sivil verja og váðaplanlegging í Grønlandi og Føroyum

Granskingarverkætlanin, sum verður undir leiðslu av Rógva Olavson, verður staðsett á nýggja deplinum um altjóða viðurskifti, sum eitur Faroese Centre for International Affairs, stytt FIA.

Hetta er aðru ferð, at stuðul er latin til granskingarverkætlanir frá granskingarskránni í uttanríkis- trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum.

Granskingarskráin í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum er játtað av Fólkatinginum og fyrisitin av Granskingarráðnum.

Yvirskipaða endamálið við hesari granskingarskránni er at skapa nýggja vitan um uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk í Norðuratlantsøkinum, umframt at menna samstarv millum Føroyar, Grønland og Danmark á hesum økjum.

 

 

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving