Judith Marjunardóttir Guttesen
05.09.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Til lesandi
Skriva út

30 nýggj sjúkrarøktarfrøðilesandi byrjað

Aftur í ár hevur Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi tikið ímóti 30 nýggjum lesandi, sum fara undir útbúgvingina BSc. í Sjúkrarøktarfrøði.

Fyrstu lestrarvikuna fingu nýggju sjúkrarøktarfrøðilesandi høvi at heilsa upp á starvsfólk og undirvísarar, umframt at tey fingu innlit í, hvussu lesturin fer at síggja út fyrstu 10 vikurnar, har høvuðsevnið verður mannakroppurin.

Spennandi var eisini hjá starvsfólkunum at heilsa upp á nýggju sjúkrarøktarfrøðilesandi og hoyra um, hvat lá aftanfyri ynski um at gerast sjúkrarøktarfrøðingur hjá hesum 30 kvinnum í ymiskum aldri.

Susan G. Selfoss er 32 ár og úr Klaksvík. Spurd um, hví hon valdi at fara undir sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina á Setrinum, sigur hon: ”Eg vil fegin vera ein hjálp til teirra, sum eru komin í eina lívstøðu har alt er broytt og sjúka fyllir gerandisdagin; at fáa neyðugu vitanina til at vegleiða sjúklingar og avvarandi og veita teimum umsorgan í broyttu tilveruni, so tey ikki føla seg gloymd og einsamøll. Eg havi altíð viljað lisið her og kenni fleiri, sum hava tikið útbúgvingina og hava alt gott at bera henni. Eg vænti mær at nema mær nógva vitan, bæði um fakið og víðari lesnað, og sjálvandi vóni eg at fáa eitt gott og mennandi samstarv við lærarar og floksfelagar."

Ein av teimum, sum er í tilkomna endanum av hópinum er 48 ára gamla Ella Leivsgarð úr Klaksvík. Ella er upprunaliga útbúgvin fólkaskúlalærari, men broytt livikor gjørdu, at hon skifti kós, og hon hevur nú arbeitt í Heilsu- og umsorganartænastuni í fleiri ár. ”Fakligi áhugin er blivin størri av at hava verið á skeiðum í sambandi við arbeiði, og av at eg so líðandi havi fingið størri uppgávur. Eisini havi eg verið virkin í Krabbameinsfelagnum, umframt at eg havi fylgt væl við í hvat hendir á granskingarøkinum. Arbeiðsøkið er breitt og spennandi, og so siga tey, at tað er so gott sum einki arbeiðsloysi innan sjúkrarøkt í Føroyum.”

Ella heldur, at umhvørvið á deildini er spennandi við nógvum møguleikum fyri at mennast bæði fakliga og sosialt saman við flokkinum. Hon hevur ætlað sær at lisið sjúkrarøktarfrøði í nøkur ár, men væntaði ikki at sleppa inn, av tí at prógvið var so gamalt. ”Nú eg eri her, hugsi eg, at eg skuldi havt gjørt tað fyri nógvum árum síðani, men eg komi nokk ikki sovandi ígjøgnum hetta”, sigur Ella læandi at enda.

Sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin í Føroyum

Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing ella til sjúkrasystur, sum tað nevndist fram til 2002, hevur verið í Føroyum síðani 1920. At byrja við var útbúgvingin ikki í føstum kørmum. Næmingarnir skuldu, har tað bar til, vera á ymiskum deildum, og útbúgvingin endaði við einari próvtøku.

Sjúkrasystraskúli Føroya varð settur á stovn 1. februar 1960. Skúlin var fyrisitingarliga ein partur av Landssjúkrahúsinum.

Í februar 2000 var skúlin fluttur úr Almanna- og Heilsumálaráðnum í Mentamálaráðið. Í 2003 kom nýggj "Løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum", sum ein útbúgving á bachelorstigi og í 2008 bleiv Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya lagdur saman við Fróðskaparsetri Føroya.