Lestrarskrivstovan hevur avgreitt ársins umsóknir (Foto: freerangestock.com)
Brynhild Thomsen
09.07.2021
Skriva út

313 fingið tilboð um lestrarpláss

Lestrarskrivstovan á Fróðskaparsetrinum hevur í dag givið 313 av teimum 455 umsøkjarunum tilboð um lestrarpláss

Tey hava havt úr at gera seinastu dagarnar á Lestrarskrivstovuni á Setrinum. 455 umsóknir hava verið undir luppinum, og fyrrapartin var so komið á mál, tá tilsamans 313 høvdu fingið tilboð um at fara undir hægri lestur á Fróðskaparsetrinum eftir summarsteðgin.

234 menn og kvinnur hava fingið í boði at byrja bachelorlestur, 74 kunnu taka av lestrarplássi á master og fimm á hjánámi.

Í 2019 fingu 286 tilboð um lestrarpláss á Setrinum, í 2020 var talið 331, og í ár fáa altso 313 tilboð um lestrarpláss, tá lestrarárið byrjar aftur eftir summarfrítíðina.

Lægsta miðaltal fyri at sleppa upp um gáttina gjøgnum kvotu 1 til tær tríggjar stóru bachelorútbúgvingarnar í sjukrarøktarfrøði, til fólkaskúlalærara og namsfrøðing er nakað lægri í ár, samanborið við í fjør. Tølini niðanfyri eru eftir sjeytalsstiganum.