Stór kapping er millum granskarar at fáa part av avmarkaðu stuðulsupphæddini hjá Granskingargrunninum
Granskingarráðið
17.02.2022
Setrið
Skriva út

32 umsóknir kappast um 7,5 milliónir

Tá umsóknarfreistin til granskingarstuðul var av, vóru 32 umsóknir komnar inn, sum tilsamans søkja um at fáa slakar 25 milliónir krónur

Umsóknirnar spenna víða fakliga og eru frá stovnum og fyritøkum í Føroyum og uttanlands, skrivar Granskingarráðið.

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2022 eru 7,5 milliónir krónjur játtaðar til stuðul til gransking. Hetta er ein millión minni, enn samgongan ætlaði í fíggjarlógaruppskotinum. Meirilutin í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum mælti í sínum áliti til at strika ta hækkingina, sum Landsstýrið annars hevði skotið upp.

Játtanin fyri 2022 er tann sama í krónum sum í 2021 og fleiri ár undan tí. Realvirðið er tí minkað munandi hesi seinnu árini, sigur Granskingarráðið.

Talið á umsóknum hevur seinnu árini ligið um 30, men okkurt árið hevur umsóknartalið táttað í 50. Fækkandi umsóknirnar heldur Granskingarráðið standast av, at játtanin verður mett ov avmarkað til størri verkætlanir og eisini vantandi møguleikar at fáa til vega restfígging til ph.d.-verkætlanir.

Vanliga hava 8-10 umsóknir fingið stuðul um árið.

Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her.