26.06.2021
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

33 námsfrøðingar fingið prógv

Hátíðarløta var í auluni á Námsvísindadeildini fríggjadagin, tá heili 33 námsfrøðingar fingu prógv síni handað

Síðani seinastu prógvhandan hava tilsamans 33 námsfrøðingar lokið prógv. Millum útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eru tað í ár flest prógv útskrivað á námsfrøðingaútbúgvingini, og eftirspurningurin eftir námsfrøðingum er stórur.  

Til prógvhandanina beyð Erla Olsen, dekanur, vælkomin. Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari, bar fram røðu, og Rakul Høgnesen helt røðu vegna teir nýútbúnu námsfrøðingarnar. Harumframt var felagssangur á skránni, og til hátíðarhaldið undirhildu Harald Fonsdal Johannesen, læraralesandi, og Ester Kristiansen, námsfrøðingalesandi, við góðum tónleiki.  

Í síni røðu legði Rakul Høgnesen m.a. dent á týdningin og knýtið millum ta fakligu, ástøðiligu vitanina, og teir sosialu førleikarnar, sum eru so umráðandi, nú hetta nýggja liðið av námsfrøðingum er til búgvið at fara á arbeiðsmarknaðin at starvast á landsins dags- og serstovnum. 

 Hjartaliga tillukku!  

   Fleiri vóru komin saman fyri at fagna námsfrøðingunum

  Ein hátíðarlig løta í auluni