04.07.2012
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

350 umsóknir til Setrið

Tá freistin at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetrinum var úti 2. juli 2012, vóru innkomnar tilsamans 350 umsóknir.


Hetta er munandi fleiri enn í fjør, tá talið var 273. Fróðskaparsetrið er farið undir at viðgera umsóknirnar, og boð um upptøku verða send í seinasta lagi hósdagin 12. juli 2012. Tølini skulu tó takast við einum ávísum fyrivarni.

Býtið millum útbúgvingarnar gjørdist soleiðis:

  • 23 Føroyskt BA       
  •   5 Føroyskt hjánám  
  • 39 KT-verkfrøði       
  • 12 Lívfrøði           
  • 87 Lærara           
  • 58 Námsfrøði       
  •   6 Náttúruvísindi- við denti á jarðfrøði   
  •  2 Náttúruvísindi – við denti á havfrøði   
  • 31 Samfelagsfrøði   
  • 64 Sjúkrarøktarfrøði 
  • 23 Søga