04.07.2013
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

378 umsóknir til lestur á Setrinum

Tá freistin at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetur Føroya var úti 1. juli 2013, vóru innkomnar tilsamans 378 umsóknir.


296 av umsóknunum eru til tær 8 bachelorútbúgvingarnar, 119 kvotu 2 umsóknir, meðan hinar 177 eru frá umsøkjarum, sum hava søkt inn eftir kvotu1. Í fjør var talið av umsóknum samanlagt 350 til 10 bachelorútbúgvingarnar

Í ár varð eisini boðin út MA-lestur og her eru innkomnar samanlagt 82 umsóknir.

Tølini skulu takast við einum ávísum fyrivarni.

Fróðskaparsetrið er farið undir at viðgera umsóknirnar, og boð um upptøku verða send í seinasta lagi mánadagin 15. juli 2013.

Býtið millum útbúgvingarnar, sett upp eftir vali sum fyrsta raðfesting, gjørdist soleiðis :

•    10 Føroyskt bachelor   
•    21 Orku- og umhvørvisverkfrøði     
•    83 Lærara            
•    50 Námsfrøði        
•    71 Sjúkrarøktarfrøði  
•    30 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi)
•    16 Politikkur og umsiting (samfelagsvísindi)
•    15 Smátjóðir og altjóðagerð (søguvísindi)
•    29 Master í løgfrøði
•      5 Master í føroyskum
•    48 Master í vegleiðing