University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Full Kongshøll Lestrarbyrjan 2024

Fyrsti lestrardagur í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya í 2024

08.07.2025
Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin Lestrarskrivstovan

383 hava søkt um lestrarpláss á Setrinum í ár

Nú Lestrarskrivstovan á Fróðskaparsetri Føroya hevur talt ársins umsóknir, er talið so at siga tað sama sum í fjør, men KT-verkfrøði hevur gjørt eitt gott hál

Í ár hava 383 søkt um at fáa lestrarpláss á Setrinum samanborið við 379 í 2024.

20 fleiri hava søkt um pláss at lesa bachelor í KT-verkfrøði í ár, so talið er tilsamans 35. Hetta er sera gott, tí stórur eftirspurningur er eftir útbúnum KT-fólki í KT-vinnuni og manga aðrastaðni við.

Eisini hevur nýggja masterútbúgvingin í Leiðslu og Skipan vind í seglunum. Tey fyrstu 10 hava nýliga fingið prógv, og nú hava 22 søkt um lestrarpláss har samanborið við 15 í 2023.

18 færri hava søkt inn á læraraútbúgvingina, sum tó hevur 55 umsóknir og tí meira enn nóg mikið til tey umleið 35 plássini, sum eru, og trý fleiri hava søkt inn á námsfrøðiútbúgvingina, sum hevur fingið 42 umsóknir. Í løtuni verður seinasta hond løgd á eina nýggja diplomútbúgving í Námsfrøði, sum er til fólk, sum eru í arbeiði. Meira verður at frætta um hana seinni. 

At bara ein umsókn er til masterlestur í Føroyskum kemst ivaleyst av, at fá vóru á bachelorútbúgvingini fyri nøkrum árum síðani, og tí er tað at frøast um, at vend tykist vera komin í, soleiðis at 14 søktu í fjør og 16 nú í ár.

Lestrarskrivstovan viðger nú umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar fríggjadagin 11. juli.

Fyrst í august verður latið upp aftur fyri umsóknum til útbúgvingar, sum hava tøk pláss eftir. Tann umsóknarfreistin verður á midnátt 13. august.

Innleiðsla fyri nýggju studentunum verður mánadagin 18. august.

Útbúgvingar

2025

2024

- B.A. í Føroyskum

16

14

- B.A. í søgu

5

6

- B.Ed. sum fólkaskúlalærari

55

73

- B.Ed. sum námsfrøðingur

42

39

- B.S.Sc. í samfelagsvísindum

9

8

- B.S.Sc. í stjórnmálafrøði

8

15

- B.Sc. í búskaparfrøði og virkisfrøði

19

24

- B.Sc. í KT-verkfrøði

35

15

- B.Sc. í Sjúkrarøktarfrøði, summar

41

40

- B.Sc. í Sjúkrarøktarfrøði, vetur

28

42

- B.Sc. í lívfrøði og B.Sc. í mýlalívsvísindum

 

30

- B.Sc. í verkfrøði

 

 

- B.A. í listaligum arbeiði

 

 

- Bachelor í løgfrøði

54

58

- Diplom í web-menning

4

3

- Hjánám í føroyskum

1

4

- Hjánám í samfelagsfrøði

4

 

- Hjánám í søgu

2

 

- M.A. í Føroyskum

1

6

- M.A. í løgfrøði

8

3

- M.A. í søgu

2

3

- Embætisprógv í lóg

 

13

- M.Sc. í heilsuvísindum

 

28

- M.S.Sc. í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði

15

16

- M.Sc. í dátuvísindum

12

16

- Master í leiðslu og skipan

22

15

Tilsamans

383

379

*Gulu tølini vísa útbúgvingar, sum seinast høvdu upptøku í 2023, so hesi tølini telja ikki við í samlaða talinum av umsóknum fyri 2024. Tó eru tey við fyri at kunna samanbera einstøku útbúgvingarnar eisini

 Innleiðsludagur í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya í august í fjør. Her eru tað starvsfólk á Lestrarskrivstovuni, sum taka ímóti og skriva nýggj lesandi inn

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Seturskrivstovan Í Kava 2 Rannvá Í Króki (1)

    Setrið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

  2. Screenshot 2025 12 18 At 16 51 51 Ársfrágreiðing 2024 Ráðið Fyri Gransking Menning Og Nýskapan By Granskingarráðið Issuu

    Tilmæli: Tættari samstarv millum Setrið og hinar granskingarstovnarnar

  3. Screenshot 2025 11 24 At 10 23 09 Sjúkrarøktarfrøði Setur

    Játtandi svar til 24 umsøkjarar til sjúkrarøktarfrøði