University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fróðskaparsetrið 20.jpg

Myndin er tikin á stóru prógvhandanini, sum Setrið helt í Norðurlandahúsinum 23. juni. Tilsamans 209 hava staðið prógv frá Setrinum hetta seinasta lestrarárið

04.07.2023
Setrið Lestrarskrivstovan

389 umsóknir til lestur á Setrinum í 2023

340 av teimum tilsamans 389 umsóknunum um lestrarpláss í 2023 eru til tær 13 bachelorútbúgvingarnar, sum vórðu bodnar út í ár

Lestrarskrivstovan á Fróðskaparsetri Føroya er nú liðug við at telja umsóknirnar, sum eru komnar um lestrarpláss í 2023. Samlaða umsóknartalið er 389, og 340 av teimum hava søkt um bachelorútbúgving, 48 um masterútbúgving og ein um hjánám.

Sjúkrarøktarfrøði, sum fólk kunnu søkja bæði á vetri og sumri, hevur í 2023 fingið tilsamans 99 umsóknir, og so hevur bachelorútbúgvingin í Løgfrøði nú í summar fingið ikki færri enn 58 umsóknir. Bachelor í Løgfrøði var á fyrsta sinni boðin út í 2019, og tá komu 49 umsóknir inn.

Fróðskaparsetur Føroya bjóðaði eisini nýggja masterútbúgving út í Dátuvísindum í ár, og har komu 16 umsóknir inn.

Lestrarskrivstovan viðger nú umsóknirnar, og allir umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi mánadagin 10. juli.

Her sæst býtið av umsóknum til tær ymisku útbúgvingarnar:

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving