Mynd frá prógvhandanini í Norðurlandahúsinum 24. juni. 224 fingu prógv frá Fróðskaparsetri Føroya seinasta lestrarár (Foto: Jens Kristian Vang)
Brynhild Thomsen
08.07.2022
Setrið
Skriva út

392 hava søkt um lestrarpláss á Setrinum í ár

Talið á umsóknum um lestrarpláss á Setrinum er minkað nakað eftir tvey rættiliga trivalig ár undir koronu

Tá Lestrarskrivstovan hevði gjørt tølini upp eftir umsóknarfreistina 1. juli 2022, kundi staðfestast, at eitt sindur færri umsóknir eru komnar inn í ár samanborið við í fjør.

Samanborið við í fjør er talið á umsóknum fallið 13,8 prosent.

Lægri tal av umsóknum sæst eisini aðrastaðni, t.d. í Danmark, har afturgongdin er 15 prosent.

Hildið verður, at árini við koronu fingu nógv fleiri at søkja sær lestrarpláss. Í 2020 søktu 453 um lestrarpláss á Setrinum og árið eftir 455. Í ár er talið 392, tá vit telja  tær 64 umsóknirnar við, sum vóru til eyka vetrarupptøkuna til sjúkrarøktarfrøði. Tá fingu 25 eyka lestrarpláss á sjúkrarøktarfrøði, og hugsandi er, at nøkur teirra, sum ikki fingu pláss tá, hava aftur søkt nú.

- Óvanliga mong valdu helst at fara at lesa, meðan koronustongsul var, og nú so nógv virksemi er í samfelagnum, og arbeiðsloysið er søguliga lágt, bara 0,9 prosent, viðvirkar hetta kanska til, at fólk útseta lesturin, sigur Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Hyggja vit eftir umsøkjaratalinum áðrenn koronuávirkanina, so søktu 372 inn á Setrið í 2019, og tað merkir, at vit hava 5,4 prosent fleiri umsóknir í ár, tá vit rokna vetrarupptøkuna uppí.

Í Danmark er talið á umsóknum fallið umleið 10 prosent samanborið við 2019.

Stúran um prísgongdina

- Vaksandi inflatiónin og tað eyka trýstið á privatbúskapin man eisini ávirka avgerðina um at fara undir hægri lestur ella ikki”, sigur rektarin.

Hagstovan boðaði fyrr í vikuni frá, at húsarhaldini eru svartskygd, tá tey skulu svara um fíggjarligu útlitini, og munandi færri halda, at løtan nú er tann rætta til at gera størri íløgur.

At fara undir hægri lestur er ein stór íløga á so mangan hátt, ikki minst fíggjarliga. Setrið hevur kannað umstøðurnar hjá teimum lesandi, og úrslitini siga eisini greitt, at tað fíggjarliga fyllir nógv.

Seinasta kanningin hjá Lestrarskrivstovuni vísti, at miðalaldurin á lesandi á Setrinum er 33 ár. Meira enn helvtin hevur børn undir 18 ár og fleiri enn 75 prosent egnan bústað. Hetta setir sjálvandi krøv til inntøku, og í kanningini siga meira enn 75 prosent, at tey mugu arbeiða, meðan tey lesa, og av teimum siga meira enn 36 prosent, at tað hevur neiliga ávirkan á lesturin. Umleið 23 prosent av teimum lesandi siga seg hava umhugsað at gevast við lestrinum vegna fíggjarstøðuna, og hesi kanningarúrslit eru fingin, áðrenn inflatiónin av álvara fór at vaksa.

- Alt talar fyri, at vit eiga at menna liðiligar lestrarmøguleikar við m.a. parttíðarlestri, har útbúgvingar kunnu toyggjast yvir longri áramál, so tað verður høgligari hjá fólki at arbeiða samstundis. Ein slík umlegging krevur, at nógvir partar samstarva um tað, tí hetta ávirkar regluverk, lestrarstuðul, útbúgvingarskipan o.s.fr., sigur rektarin.

Hann vísir á, at vit kanska kunnu fáa íblástur úr Finnlandi, har tey í samstarvi við UNESCO leggja lunnar undir at endurskipa hægri útbúgvingarnar eftir tí, sum á fakmáli kallast FLP (Flexible Learning Pathways). Á sama hátt hevur nýggja frágreiðingin hjá Vakstrarforum um útbúgvingarverkið, sum løgmaður setti, víst á gongdar leiðir at bróta upp úr nýggjum”, sigur Chik Collins.

Stóru vælferðarútbúgvingarnar

Stóra afturgongdin í umsøkjaratalinum í Danmark til vælferðarútbúgvingarnar - sjúkrarøktarfrøði (- 28%), námsfrøði (-18%), lærara (- 12%) og sosialráðgeva (-17%) – hevur loypt hvøkk á og fingið Jeppe Petersen, útbúgvingarmálaráðharra, til at boða frá átøkum. Sí tølini her.

Tølini á umsóknum til vælferðarútbúgvingarnar í Føroyum eru ikki eins døpur, tó at afturgongd eisini kann staðfestast á summum teirra.

Taka vit eykaupptøkuna í vetur við, so er umsøkjaratalið til sjúkrarøktarfrøði vaksið úr 79 upp í 102, til lærara er talið minkað úr 75 niður í 64 og til námsfrøði úr 68 niður í 55.

Seinastu árini hava fleiri føroyingar søkt um lestrarpláss á Setrinum enn á universitet í Danmark. Enn eru tølini ikki komin úr Danmark um, hvussu tað sær út í ár, so ikki er greitt í løtuni, um tann gongdin heldur fram.

Lestrarskrivstovan boðar frá, at av teimum 392 umsøkjarunum hava 285 fingið tilboð um lestrarpláss á Fróðskaparsetri Føroya (har eru 25 tald við frá eyka vetrarupptøkuni til sjúkrarøktarfrøði).

Upptøka 2022UmsóknirBjóðað pláss
Bachelor
Sjúkrarøkt*10250
Fólaskúlalærari6435
Námsfrøði5535
Búskaparfrøði1214
Politikkur og umsiting44
Føroyskt1010
Samfelagsvísindi88
Søga67
KT-verkfrøði4545
Mýlalívsvísindi1310
Lívfrøði1512
Bachelorumsóknir tilsamans334230
Hjánám
Hjánám í føroyskum11
Hjánám í søgu & samfelagsvísindum44
Hjánámsumsóknir tilsamans55
Master
Søga44
Politikkur og umsiting55
Samfelagsvísindi44
Føroyskt54
Løgfrøði31
Embætisprógv í lóg1313
Fólkaheilsa & Heilsuvísindi1919
Masterumsóknir tilsamans5350
Bachelor, master og hjánámsumsóknir tilsamans392285
* harav 64 umsóknir vóru til vetrarupptøkuna í 2022. Í vetur byrjaðu 25 nýggj lesandi og 25 umsøkjarar hava fingið bjóðað lestrarpláss í juli 2022.

Umsóknir2022202120202019
Bachelor
Sjúkrarøkt*102797873
Fólaskúlalærari64758452
Námsfrøði55688064
Búskaparfrøði12253425
Politikkur og umsiting47116
Føroyskt10121212
Samfelagsvísindi812179
Søga67128
KT-verkfrøði4540
Mýlalívsvísindi1316
Lívfrøði1515
Løgfrøði3949
Listaligt arbeiði2225
Orkuverkfrøði6
Orkuvísindi og støddfrøði2
Orkuvísindi0
Verkfrøði19
Bachelorumsóknir tilsamans334365399331
Hjánám
Hjánám í føroyskum1541
Hjánám í støddfrøði0003
Hjánám í søgu & samfelagsvísindum4150
Hjánámsumsóknir tilsamans5694
Master
Søga4578
Politikkur og umsiting5789
Samfelagsvísindi411310
Føroyskt5635
Løgfrøði374
Embætisprógv í lóg13
West Nordic Studies2
Vegleiðing24
Fólkaheilsa & Heilsuvísindi19
Leiðsla og skipan48
Masterumsóknir tilsamans53844538
Bachelor, master og hjánámsumsóknir tilsamans392455453373
* harav 64 umsóknir vóru til vetrarupptøkuna í 2022.