Skriva út

40-50 milliónir til Fróðskaparsetrið?

"Eg ivist ongantíð í, at tað fer at eydnast at fáa hægri játtan til Fróðskaparsetrið" segði nýggi mentamálaráðharrin Kristina Háfoss aftaná kveikingarfundin í gjár 12. februar.


Kveikingarfundurin í gjár eydnaðist væl, framløgurnar hjá deildarleiðarunum vóru greiðar og áhugaverdar, og høvdu ta ætlaðu ávirkanina á politikararnar. Kjakið aftaná var gevandi, og út frá tí, sum politikarnir søgdu, so sær framtíðin ljós út fyri Fróðskaparsetrið. Tað sær út til, at veruligur vilji er til, at vit fáa fleiri pengar at arbeiða við.

 

Í tíðindunum í Kringvarpinum kl. 18.00 segði Kristina Háfoss soleiðis:

 

"Samgongan hevur sett sær fyri at raðfesta útbúgving og gransking høgt komandi árini".

 

Hon vísti á, at Fróðskaparsetrið hevur fleiri útbúgvingar klárar at seta í verk. Bæði innan løgfrøði, KT og havfrøði. Hon vil gera sítt til, at vit fáa ta neyðugu fíggingina. Tí sum hon segði:

 

"Føroyar hevur ikki ráð at lata vera við at gera íløgur í útbúgving og gransking".

 

Tað bleiv staðfest, at tað kemur at kosta 40-50 milliónir kr. at fáa eitt Universitet í Føroyum, sum líkist nøkrum og hevur nakað at bjóða ungum fólki, sum vilja útbúgva seg her. Onkur politikari helt, at vit høvdu ov lítlar ambitiónir. Magni Laksáfoss helt tó, at ambitiónirnar vóru sera realistiskar.

 

Í kjakinum kom týðiligt fram, at politikarnir hugsa um, hvussu vit fáa útlendsk lesandi og granskarar til Føroyar. Stórur áhugi var frá politiskari síðu, fyri at fáa at vita, hvat vit høvdu gjørt fyri at koma við í altjóða granskingarsamstørv. Hans Pauli Joensen leiðari á Náttúruvísindadeildini vísti á, at tað var eydnast okkum at koma við í eitt spennandi norðurlendskt undirvísingar samstarv "Nordic Master", men at hetta ikki bleiv til nakað, um vit ikki fingu tað neyðugu fíggingina. Tað kostar at vera við í altjóða verkætlanum, verða fólk og pengar settir av til hetta, kunnu vit fara í gongd í morgin, segði Hans Pauli deildarleiðari á Náttúruvísindadeildini. Kjakið um ES og norðurlendskan stuðul, avspegla týðiliga orðini frá valstríðnum um Altjóða Universitet.

 

Tað er fyrst og fremst lestur fyri ung í Føroyum, sum er høvuðsuppgávan hjá Fróðskaparsetrinum. Tað var breið semja um tað á fundinum.

 

Hóraldur Joensen, lektari og leiðari á Granskingarkjarnanum fyri evnafrøði og lívtøkni, endaði fundin við at vísa á, hvussu illa er statt í Føroyum, tá talan er um gransking. Hann kallaði Føroyar fyri eina vísindaliga oyðimørk, tó við smáum oasum. Her manglar stórt sæð alt. Tað er eitt minus á CV´num at koma til Føroyar at granska. Hann helt, at um vit skulu koma í gongd við at menna gransking í Føroyum, so er minsta krav, at tað verður gjørd ein íløga á 7 milliónir, sum skal brúkast til tól, so vit kunnu fáa granskingardata. Hann nevndi fleiri áhugaverd øki, har tað er upplagt at granska, tí vit hava umhvørvið til tað. Hava vit tey neyðugu tólini, so er møguligt at seta tey lesandi í gongd við at savna inn data, sum brúkast kunnu í altjóða granskigarsamstørvum. Hóraldur vísti á, at um vit skulu fáa pengar frá ES til gransking, so skal Føroyar koma við 50 % av fíggingini, áðrenn vit fáa stuðul.

 

Eftir ætlanini skuldu Hans Pauli Joensen, leiðarin á Náttúruvísindadeildini og Kristina Háfoss mentamálaráðharri, hittast við kjakborðið aftaná Degi og viku í gjárkvøldið, men sum vit vita, var ólag á sendaranum og tí eingin sending, men vónandi kemur hetta seinni.

Framloega_Loegting_Ovastova_Final.pdf
Fiskivinnugransking_i_Foeroyum__lit_.pdf
Utbugvingar_SSD.ppt
Mentan_selur_fisk.pdf