University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
409 hava fingið tilboð um lestrarpláss

409 hava fingið tilboð um lestrarpláss

Í seinasta lagi 5. august skulu tey boða frá, um tey taka av tilboðnum um lestrarpláss


Setrið hevur nú viðgjørt tær 563 umsóknirnar um lestrarpláss, sum komu inn í ár. Í gjár varð svar sent øllum umsøkjarunum.

Av teimum 563 umsøkjarunum fáa 409 at vita, at teimum stendur í boði at fáa eitt lestrarpláss: 290 á einari av bachelorútbúgvingunum, 31 á einum av hjánámunum og 88 á einari av masterútbúgvingunum. Í fjør fingu 248 tilboð um lestrarpláss.

Tey 154, sum ikki hava fingið tilboð um lestrarpláss, hava eisini fingið bræv: Summi við fráboðan um, at umsóknin ikki er gingin á møti, onnur við fráboðan um, at tey standa á bíðilista.

Tey, sum fáa boðið lestrarpláss, skulu vátta, um tey taka av ella ikki. Seinasta freist at boða frá, um man tekur av, er 5. august.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  2. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  3. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00