Skriva út

411 umsóknir til lestur á Setrinum í 2018

332 av umsóknunum eru til tær 11 bachelorútbúgvingarnar, ið verða bjóðaðar út í 2018.


 Talan er um 216 kvotu 1-umsóknir og 116 kvotu 2-umsóknir. Í fjør var talið av umsóknum 303 til bachelorútbúgvingarnar.

Umframt bachelorútbúgvingarnar, verður tikið inn til fimm masterútbúgvingar og hjánám. Til masterútbúgvingarnar komu 73 umsóknir inn og til hjánám komu 6 umsóknir inn.

Av teimum 411 umsøkjararunum vóru 32% menn og 68% kvinnur.

Umsóknirnar verða nú viðgjørdar, og fáa allir umsøkjarar svar í seinasta lagi mikudagin 11. juli 2018.