Petur Zachariassen
12.02.2008
Skriva út

5087 persónligar atkvøður fyri skeytið?

Á løgtingsvalinum 19. januar vóru tær allarflestu atkvøðurnar persónligar. 29988 av 31112 veljarum atkvøddu fyri einum av teimum 171 valevnunum, sum vóru uppstillað á teimum sjey listunum A, B, C, D, E, H og L. Einans 1124 veljarar settu krossin við ein lista.


Samráðingar eftir valið førdu til, at CHE flokkarnir hava skipað samgongu, og 4. februar varð landsstýrið mannað. Seks av teimum sjey nýggju landsstýrisfólkunum vórðu vald í løgtingið. Hesi kunnu ikki um somu tíð sita í tinginum, og varafólk eru tí komin í teirra sessir, umframt eitt varafólk fyri ein nývaldan tingmann, sum sigur løgtingssessin frá sær, fyri at umboða Føroyar á danska fólkatinginum.

 

Tey seks landsstýrisfólkini, ið vórðu vald á ting, eru millum valevni í samgonguflokkunum, sum hava fingið flestar atkvøður. Leggja vit atkvøðurnar saman hjá teimum seks landsstýrisfólkunum og tí tingmanninum, sum fer á Christiansborg, fáast 5087 atkvøður, sum svara til 17% av teimum persónligu atkvøðunum. Verða atkvøðurnar hjá varafólkunum, sum nú eru komin í ting, lagdar saman, fáa vit 1698 atkvøður, sum svara til 5,7% av teimum persónligu atkvøðunum.

 

Lagkøkumyndin vísir hvussu tær tilsamans 29988 persónligu atkvøðurnar býtast út á hesar fýra bólkar:
- 12833 atkvøður, sum framvegis eru umboðaðar í tinginum (42,8%)
- 1698 atkvøður, sum eru umboðaðar í tinginum, eftir at nýtt landsstýri er sett (5,7%)
- 10370 atkvøður, sum framvegis ikki eru umboðaðar í tinginum (34,6%)
- 5087 atkvøður, sum ikki longur eru umboðaðar í tinginum, eftir at nýtt landsstýri er sett (17,0%)

 

Ein kann spyrja, um tað ein heppin skipan, har ein lutfalsliga stórur partur av veljarunum kundi fegnast um at hava fingið teirra persónliga umboð á ting á valkvøldinum, men má staðfesta tvær vikur seinni, at hesi umboð ikki sita í tinginum longur?