University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Firouz Gaini Og Sjúrður Hammer

Saman við Niels Martin Schmidt, professara á Aarhus Universiteti, fara Firouz Gaini, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Sjúrður Hammer, náttúru- og umhvørvisgranskari á Umhvørvisstovuni, undir verkætlanina, sum kann rudda slóð fyri framtíðar sjófuglavernd og -fyrisiting í Føroyum

09.01.2026

7 milliónir til gransking til frama fyri sjófugl

Fortíðin skal lýsa leiðina fyri framtíðar sjófuglavernd í Føroyum, og í tí sambandi hevur sonevnda PASTBIRD-verkætlanin fingið 7.142.361 krónur í granskingarstuðli frá Danmarks Frie Forskningsfond

DFF útlutaði tilsamans 2,1 milliard krónur til gransking í 2025, og av teimum vórðu góðar sjey milliónir játtaðar til granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at brúka gransking og mentanararv til at tryggja framtíðar fuglalív í Føroyum.

Verkætlanin kallast PASTBIRD við undiryvirskriftini "Fortíðin skal lýsa leiðina fyri framtíðar sjófuglavernd", og hon er eitt samstarv millum Niels Martin Schmidt, professara á Aarhus Universiteti, Firouz Gaini, professara á Fróðskaparsetri Føroya, og Sjúrð Hammer,  náttúru- og umhvørvisgranskara á Umhvørvisstovuni

- Vit fegnast um at hava fingið játtanina, so at vit kunnu fara í gongd við hesa spennandi og týdningarmiklu granskingina, siga granskararnir.

Sjófuglur hevur í øldir verið ein týðandi føðikelda og ein grundleggjandi partur av føroyskum mentanararvi. Í dag eru nógvir sjófuglastovnar bert ein viðfáningur av tí, teir einaferð vóru. Serliga tann innræsna brúna rottan verður hildin at hava elvt til afturgongdina.

PASTBIRD hevur til endamáls at finna útav, hvar tað gevur mest meining at endurbøta náttúruna við serligum atliti at stóru sjófuglastovnunum, sum einaferð vóru. Hetta verður gjørt við at sameina náttúruvísindaligar kanningar við lokala vitan, sum er varðveitt í staðarnøvnum, frásagnum og gomlum skrásetingum. Við at greina og kanna jarðarroyndir fyri spor av gomlum fuglabølum verður roynt at fáa staðfest, um fugla‑knýtt staðarnøvn vísa á fyrrverandi búpláss hjá fugli.

Á henda hátt er ætlanin at fáa eina fjølbroytta mynd av, hvar ávís sjófuglasløg fyrr hava reiðrast, hví fuglurin hvarv, og hvar vit munadyggast kunnu endurbøta náttúruna fyri at fáa fuglin aftur. 

Niels Martin Schmidt er professari á Aarhus Universiteti, og hann stendur sum móttakari av játtanini frá Danmarks Frie Forskningsfond til verkætlanina um sjófugl í Føroyum

Við at savna vísindi og mentanararv í einum felags arbeiði verður sostatt lagt upp til eina burðardygga og vitanargrundaða tilgongd til framtíðar sjófuglavernd og -fyrisiting í Føroyum. 

Granskararnir siga, at teir gleða seg til at deila úrslit og nýggja vitan, sum arbeiðið fer at kasta av sær, og verkætlanin rúmar eisini eina ph.d.- og eina postdoc.-verkætlan í spennandi tvørfakligum samstarvi.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Gjógv Mynd Brynhild Thomsen

    Spennandi ph.d.-skeið í granskingaretikki í smásamfeløgum

  2. Ivonna Johansen

    Ivonna farin um sýn

  3. Seturskrivstovan Í Kava 2 Rannvá Í Króki (1)

    Setrið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár