(Foto: Harald Bjørgvin)
26.03.2021
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

9.562 harur skotnar í 2020

Níggjunda frágreiðingin um haruveiðu í Føroyum eftir Eyðfinn Magnussen, lektara á Náttúruvísindadeildini, er nú komin

Nýggja frágreiðingin vísir, at í fjør vórðu 9.562 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum.

Kanningin byggir á tøl frá tilsamans 1.044 harutúrum í 391 hagapørtum kring landið.

Teir raskastu at skjóta haru í 2020 vóru teir, sum skutu í "Dalhagi - Eystaripartur" í Vestmanna, har fongurin var tilsamans 190 harur á trimum túrum.

Teimum á baki vóru teir, ið skutu í í Kvíggjarhamarshaga í Saksun, har teir fingu 180 harur á 10 túrum.

Á triðja plássi vóru teir í haganum "Botnar" í Funningi, har veiðan taldi 175 harur á 8 túrum.

Lesið alla frágreiðingina hjá Eyðfinni Magnussen um haruveiðuna í Føroyum í 2020 her.