06.12.2017
Til lesandi Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Á kongress hjá altjóða diabetesfelagsskapi

May-Britt Skoradal, námslektari og varadekanur á Sjúkrarøktarfrøðideildini, er í hesum døgum á aðalfundi og fakligari kongress hjá altjóða diabetesfelagsskapinum International Diabetes Federation (IDF).


 Aðalfundur og fakliga kongressín verður hildin í Abu DHABI í Sameindu Arabisku Emiratunum.

May-Britt luttekur samans við 8000 øðrum luttakarar úr øllum heiminum.

Á fakligu kongressini er hópin av fyrilestrum, postara-framløgum og framsýningum um diabetes.