11.03.2019
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Abundance Cycle verkstova

Abundance Cycle verkstova um verksetan av Heimsmálunum við Jay Friedlander frá College of the Atlantic

Í samstarvi við Umhvørvisstovuna, Hugskotið og DTU skipar Fróðskaparsetrið fyri sera viðkomandi og praktiskari verkstovu um verksetan av Heimsmálunum hjá ST dagarnar 25.-27. mars. Verkstovan er ætlað lesandi og starvsfólki á bæði almennum stovnum og úr vinnuni, ið ynskja sær amboð til at betra um burðardygd av virksemi og mannagongdum.

At standa fyri hesari verkstovu kemur Jay Friedlander frá College of the Atlantic í Maine, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða fyritøkur og stovnar í Heimsmálunum og burðardygd.

Luttakarar á verkstovuni fáa til uppgávu at velja eitt ella fleiri heimsmál at arbeiða við, og verða síðani bólkaði eftir, hvørji heimsmál tey hava áhuga í. Endamálið við verkstovuni er at menna (ella betra um) mannagongdir hjá fyritøkum og stovnum, ið taka hædd fyri heimsmálunum. Luttakararnir læra á hendan hátt at menna verkætlanarlýsingar og/ella virkisætlanir, ið gagna rakstrinum, starvsfólkunum, samfelaginum og umhvørvinum á bestan hátt. Luttakararnir fáa eisini fleiri amboð innan nýskapan við sær at nýta framyvir.

Skrá fyri dagarnar er at finna her.

Verkstovan verður hildin 25. til 27. mars í hølunum hjá Hugskotinum (Vestara Bryggja 15), frá kl. 9-17 allar dagarnar. Undirvíst verður á enskum. Luttakararnir fáa bjóðað frokost, kaffi og afturvið allar dagarnar. Avmarkað pláss.

Skráseting og gjald á 800 kr. er at finna her.