03.02.2016
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Adjunktur í lívfrøði settur á Náttúruvísindadeildini

Jóhannis Danielsen er settur í starv sum adjunktur í lívfrøði frá 1. februar 2016.


Jóhannis Danielsen er settur í starv sum adjunktur í lívfrøði frá 1. februar 2016. Hann hevur bachelorútbúgving frá Fróðskaparsetrinum í 2000, masterútbúgving frá Lunds Universiteti í 2001, lisentiat-útbúgving frá Lunds Universiteti í 2009 og ph.d.-útbúgving frá Lunds Universiteti í 2011. Heiti á ph.d.-ritgerðini var “Nest-site attendance and foraging ecology of the Northern Fulmar (Fulmarus glacialis) on the Faroe Islands” við undirheitinum “Is the Northern Fulmar a useful indicator of ecosystem productivity and pollution?”


Jóhannis hevur royndir við undirvísing og vegleiðing av lesandi á bachelor- og masterstigi á Lunds Universiteti  og á bachelorstigi á Náttúruvísindadeildini. Hann hevur fjøltáttað áhugamál í lívfrøðiligari gransking. Serstakan áhuga hevur hann fyri vistfrøði hjá sjófugli og ferðing teirra. Hann er m.a. við í stóru altjóða verkætlanini SEATRACK, ið granskar, hvussu fuglur flytur seg millum lond. Her luttaka Ísland, Grønland, Føroyar, Bretland, Noreg og Russland. Jóhannis samstarvar í síni gransking við granskarar bæði í Føroyum og uttanlands, m.a. við granskarar á Oxford Universiteti, Lunds Universiteti og Keypmannahavnar Universiteti.


Vit ynskja Jóhannis hjartaliga til lukku við starvinum, og vit gleða okkum til at fáa hann í starvsfólkaliðið.