Fróðskapur
02.10.2007
Skriva út

Adressumálið - Hans Andrias Sølvará

Í bókini Adressumálið - Donsk-føroysk viðurskifti undir fyrra heimsbardaga viðger rithøvundurin Adressumálið, sum tók seg upp í Føroyum í 1917 orsakað av teimum truplu flutningsviðurskiftunum undir krígnum í Norðuratlantshavi. Tórshavn 2007, 172 síður, myndir. Kr. 200.00 - ISBN: 978-99918-65-12-6.


Forlagið Fróðskapur hevur givið út bókina “Adressumálið – Donsk-føroysk viðurskifti undir fyrra heimsbardaga”, sum Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hevur skrivað.

Í bókini viðger rithøvundurin Adressumálið, sum tók seg upp í Føroyum í 1917 orsakað av teimum truplu flutningsviðurskiftunum undir krígnum í Norðuratlantshavi. Hetta málið, sum hevði við sær, at viðurskiftini millum danskar myndugleikar og føroysku sjálvstýrisrørsluna gjørdust spent, íbirtist, tá ið nakrir sjálvstýrismenn vegna Føroya fólk ætlaðu at venda sær til bretskar myndugleikar fyri at fáa hjálp viðvíkjandi vøruflutningi til Føroya. Í bókini verður víst á, hvussu hetta málið gjørdist partur av donskum politikki eftir kríggið, tá ið ein donsk kanningarnevnd varð sett at gera umfatandi rannsóknir í málinum.

Niðurstøðan í bókini er, at ætlanirnar hjá onkrum av adressumonnunum møguliga lógu á markinum til tað, sum danski uttanríkisráðharrin nevndi „svigtende statsfølelse“, men at málið, tá samanum kom, hevði so lítið at týða, at tað ikki stóð í rímiligum lutfalli til tað drúgva kanningararbeiðið, sum var liðugt í 1919, og ákærurnar hjá nevndini um „rigsskadelig Adfærd“.

Adressumálið er dømi um, at føroysk viðurskifti kunnu verða drigin upp í danskan politikk á óhepnan hátt fyri ríkisfelagsskapin. 

Hans Andrias Sølvará er cand.mag. í søgu og heimspeki frá Århus Universitet. Hann hevur síðani 1996 verið lærari á Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði og síðani 2000 á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur eisini undirvíst á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði í Hoydølum. Frá 1. august 2007 fer hann undir at skriva Klaksvíkar søgu fyri Klaksvíkar Kommunu.

Hans Andrias Sølvará skrivaði bind 1 og eina grein í bind 2 í røðini Løgtingið 150, sum kom út í 2002, og hevur eisini skrivað fleiri greinar og hildið fyrilestrar, m.a. um evnir úr politisku søgu Føroya. Seinastu mánaðirnar hevur hann skrivað eina røð av greinum um Bíbliuna og kristindóm úr einum søgufrøðiligum sjónarhorni.

Bókin um Adressumálið er 172 síður, heft við klaffum og kostar 200 kr. Hon fæst til keyps í bókhandlunum kring landið.

Brot úr bókini:
”Hendingarnar í 1917 og 1918, sum landafrøðiliga skarvaðu stór øki av danska ríkinum, vóru týðandi fortreytir fyri, at ein meiriluti í Landstinginum yvirhøvur kundi brúka føroyska adressumálið innanríkispolitiskt. Ákærurnar um ”rigsskadelig Adfærd”, sum kanningarnevndin setti fram móti Jóannesi Paturssyni í 1919 - og harvið eisini óbeinleiðis móti stjórnini hjá C. Th. Zahle - eiga at verða settar í samband við hesar ríkispolitisku hendingarnar. Hóast støða Føroya í danska ríkinum ikki var tann sama, sum støðan hjá Íslandi og Vesturindisku oyggjunum, so var veruligur vandi fyri, at upploysingargongdin í danska ríkinum fór at breiða seg til Føroya - ein part av danska Grundlógarøkinum - tá ið hesi økini gjørdust sjálvstøðug.”