University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Áhuga í nýggjastu vitanini innan søgu- og samfelagsvísindi?
28.09.2015
Søgu- og samfelagsdeildin

Áhuga í nýggjastu vitanini innan søgu- og samfelagsvísindi?

Møguleiki er nú at melda til einstakar fyrilestrar á masterstigi, hetta innan politikk og umsiting, sosialvísindi og samfelagsplanlegging, umframt søgu.


Vit hava sett saman eina viðkomandi røð av fyrilestrum við førandi granskarum frá sjey hægri lærustovnum úr okkara grannalondum. Vit halda, at ikki bara vit og okkara lesandi skulu hava møguleikan at fáa nyttu úr hesum, men at eisini onnur fakliga áhugaði eiga at fáa møguleikan til íblástur og nýggjastu vitanina innan viðkomandi fakøki.

Talan er um fyrilestrar í sambandi við nýggju kandidatútbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini undir felagsheitinum Masterlæra, og sum vara fram til 28.oktober.

Sí fyrilestrarætlanina her

Tá talan er um luttøku til einstakar fyrilestrar uttan próvtøku e.l. er einki luttøkugjald.

Hevur tú áhuga at luttaka í onkrum av fyrilestrunum, vinarliga set teg í samband við livp(at)setur.fo fyri nærri kunning um innihald og tilfar.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  2. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  3. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00