08.09.2022
Setrið
Skriva út

Akademisk skriving á enskum fyri granskarar

2. - 4. november verður stakskeið í akademiskari skriving á enskum fyri granskarar. Tilmeldingarfreist er 1. oktober

Hvussu skrivar tú á akademiskum enskum um tína gransking?

Tað elvir mangan til høvuðbrýggj, og vit hava nú eitt skeið, sum skal hjálpa tær við júst tí.

Skeiðið hevur til endamáls at betra um førleikarnar hjá luttakarunum til effektivt at skriva akademisk granskingargrundað handrit, sum lúka góðskukrøvini hjá akademiskum útgevarum, tá tað ræður um málsligan stíl og innihald.

Skeiðið fevnir um hesi evni:

• Bygnað og stíl í hvørjum einstøkum parti av akademiskum greinum
• Feed-back (afturboðan) um skriving og endurskoðan av handritum
• Stílreglur fyri mállæru og orðatilfeingi
• Retorisk amboð, ið byggja undir grundgevingar
• Leistir og tilgongdir at skipa skrivligt arbeiði

Skeiðið fevnir um fyrilestrar, bólkaarbeiði, skrivi- og afturboðanarvenjingar og sjálvlestur. Støðið verður tikið í endurskoðan av egnum teksti.

Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at:

• Skriva stílreint enskt í sambandi við granskingargrundaða skriving
• Greina og endurskoða akademiskan tekst við atliti at viðtøkum í akademiskari skriving

• Nýta hóskandi retorikk, bygnað og mállæru í sambandi við skriving

• Meta og skifta orð um skriving og ritstjórnan við nýtslu av mennandi mannagongdum fyri afturboðan

• Skipa og stýra egna skrivitilgongd

Kostnaður fyri skeiðið er 3.000 krónur

Lesið meira um skeiðið her.

Vegleiðing til luttakarar er her.

Meldið til her.

Evstamark at melda til er 1. oktober.