University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Al Gore og Bogi Hansen
08.02.2008
Náttúruvísindadeildin

Al Gore og Bogi Hansen

Á tíðindafundi fríggjamorgunin 8. februar í vinnuhúsinum, bleiv boðað frá at Al Gore kemur til Føroya í samband við havumhvørvisráðstevnu, sum verður hildin í norðurlandahúsinum 8. og 9. apríl.


Bogi Hansen professari í havfrøði og leiðari á umhvørvisdeildini, fer at halda fyrilestur á ráðstevnuni. Hann er ein av teimum, sum hevur servitan á altjóða støði, innan havstreymar kring Norðuratlantshavið.
 
Endamálið við ráðstevnini er at hon skal gerast spírin til Trans Atlantic Climate Institute, sum verður ein altjóða granskingar-, menningar - og útbúgvingarstovnur. Hesin stovnur skal samskipa arbeiðið á havumhvørvis økinum millum USA og Europa. Tað er Bitland saman við Vinnuhúsinum, sum skipa fyri ráðstevnuni

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Rógvi Olavson Klipt

    Kreppustýring: Álit gevur ikki av sær sjálvum legitimintet

  2. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  3. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst