Fiskaaling/Náttúruvísindadeildin, ØyP/KS
16.12.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Aldu- og streymviðurskiftini á alifirðunum kannast

Í nýggjari samstarvsverkætlan millum granskingarstovnar og alivinnuna í Føroyum skulu aldu- og streymviðurskiftini á føroysku alifirðunum greinast. Fyrstu mátararnir eru longu settir út.


Mikudagin og hósdagin í farnu viku vórðu aldu- og streymmátararnir settir út á aliøkjunum við Kunoyarnes og á Fuglafirði. Hetta var fyrsta átak í nýggjari verkætlan, sum hevur til endamáls  at gera neyvar greiningar av aldu- og streymviðurskiftunum á øllum alifirðunum í Føroyum, soleiðis at alingin kann rekast á skilabestan hátt. Kanningin verður gjørd við at máta aldu og streym á øllum alifirðunum í Føroyum, gera nýggjar sjóvarfalls- og aldusimuleringar og síðani seta hetta í ein dátugrunn.

Luttakarar
Talan er um eina samstarvsverkætlan millum granskingarstovnar og alivinnuna. Verkætlanarleiðslan er hjá P/F Fiskaaling, ið eisini stendur fyri mátingunum, meðan Havstovan góðskutryggjar og viðgerð mátingarnar og leggur úrslitini í ein dátugrunn. Alifeløgini taka sær av  útsetan og upptøku av mátitólunum í samráð við fólk frá Fiskaaling. Náttúruvísindadeildin (NVD) á Fróðskaparsetrinum skal gera streym- og aldusimuleringar á teldu. Verkætlanin verður fíggjað av alivinnuni og P/F Fiskaaling.

Týðandi vitan
At kenna aldu og streymviðurskiftini á aliøkjum er sera góð vitan at hava, tá aling skal leggjast til rættis. Fyri at fáa eina so skynsama og burðardygga aling sum møguligt, er umráðandi

  • at kenna til hægstu aldu og mesta streym, ið væntast kann á økinum,  fyri at útvega best egnaða útgerð,
  • at kenna hvussu nógv tíð við spøkum rákið kann væntast, tá hugsað verður um útskifting av sjónum í nótunum.
  • at vita hvussu ofta rákið er harðari enn eitt vist og/ella hvussu ofta aldan er hægri enn eitt vist, fyri at vita, hvussu nógv tilfar leggur seg  á botn við ávísum alitrýsti.
  • at vita hvussu rákið er ímillum alibrúkini fyri at kunna meta um smittuvandan, um sjúka kemur í eitt av alibrúkunum


Tilsamans kunnu úrslitini frá verkætlanini leggja grundarlag fyri áhaldandi menning av sjógvalingini í Føroyum, soleiðis at henda vælrikna vinna framhaldandi kann vera í fremstu røð í heiminum.

Ikki einasta verkætlanin innan aling á sjónum
Nakrar føroyskar granskingarverkætlanir eru í gongd ella hava verið gjørdar, sum stuðla uppundir hesa nýggju verkætlanina, eins og at hon kemur at styrkja aðrar verkætlanir. Serliga kunnu her nevnast verkætlanin á NVD at kortleggja rákið millum oyggjarnar við atliti at framleiða el-orku úr sjóvarfalsrákinum og ein nýggj PhD-verkætlan, ið er eitt samstarv millum Fiskaaling og NVD, har hyggjast skal at útskifting í alinótum á sjónum við atliti at trivnaðinum hjá fiskinum.

Av øðrum verkætlanum kunnu nevnast: Gróður á alinótum á Fiskaaling, PhD-verkætlan hjá Gunnvør á Norði um botnviðurskifti undir alibrúkum, ið er eitt samstarv millum Havstovuna og NVD, PhD-verkætlanin Flow through and around fish farming cages hjá Øystein Patursson, ið var eitt samstarv millum Universitetið í New Hampshire og NVD, Aling á streymasjógvi á NVD, PhD-verkætlan hjá Bárði Niclasen um aldumodelering á NVD og verkætlanin um nýggj aliøkir á Fiskaaling og NVD. Harafturat kann nevnast, at Fiskaaling luttekur í samstarvsverkætlan við norskar granskingarstovnar um rák gjøgnum alinótir.

Nógvar av omanfyrinevndu verkætlanum vóru stuðlaðar av sokallaðu oljupengunum, og er tað ein sera stórur missur fyri vinnurættaða gransking, at hesir pengar nú eru burtur. Tí er tað sera jaligt, at vinnan sjálv er við til at fíggjað slíka verkætlan.