Náttúruvísindadeildin, Knud Simonsen
28.01.2010
Skriva út

Aligrein í Ocean Engineering

Greinin er eitt av úrslitunum frá granskingar- og útbúgvingar samstarvi millum Fróðskaparsetrið og universitetið í New Hampshire í USA. Eitt samstarv, sum gagnar føroysku alivinnuna.


Greinin 'Development of a porous media model with application to flow through and around a net panel' er almannakunngjørd í februar-útgávuni av altjóða vísindatíðarritinum Ocean Engineering, sum júst er útkomið.  Høvuðsrithøvundur er  Øystein Patursson. Greinin lýsir nøkur av úrslitunum frá PhD-arbeiðinum, sum hann framdi í einari samstarvsverkætlan millum University of New Hampshire í USA og Fróðskaparsetrið. 7 høvundar eru av greinini. Umframt Øystein, eru høvundarnir frá University of New Hampshire, US Naval Academy og Fróðskaparsetur Føroya.



Meskar ella netapettir
Í greinini verður greitt frá einum nýggjum hátti til at gera telduútrokningar av, hvussu sjógvur streymar  ígjøgnum og kring eitt net. Ein meski í einari alinót er vanliga bert 29 mm til støddar, og talið av slíkum meskum í einari alinót er so mikið stórt, at sjálvt ikki við teimum størstu teldunum  ber  til at gera teldusimuleringar, har útrokingar verða gjørdar fyri hvønn einstakan meska. Í staðin er hugt eftir, hvussu eitt sonevnt  'porøst medie' kann brúkast til at lýsa, hvussu eitt netapetti ávirkar rákið. Eitt 'porøst medie' kann vera eitt filtur ella sandur í einum reinsiverki. Í hesum arbeiðinum er hugsað, at nakað líknandi hendir, tá sjógvur fer ígjøgnum eina alinót. Við at gera útrokningar á netapettir, ístaðin fyri hvønn einstakan meska,  minkar talið av neyðugum útrokningum so mikið nógv, at tað ber til at gera álítandi telduforrit, sum kunnu gera simuleringar fyri  heil alibrúk á  einari vanligari teldu.



Frá royndarhyljum til teldusimulering
Fyri at fáa tøl fyri hvussu eitt netapetti  ávirkar rákið, er ein røð av mátingum gjørdar í royndarhylinum hjá Universitetinum í New Hampshire. Mátingar eru serliga gjørdar av, hvussu mótstøðan hjá netinum broytist í mun til streymferðina, og  tá vinkulin, sum er millum nótina og rákið, broytist. Eisini er mátað, hvussu nógv rákið minkar av at fara ígjøgnum eitt net undir ymsum umstøðum. Hesi tølini eru síðani brúkt til at menna nýggja rokniháttin, sum verður partur av einum telduforriti, ið verður ment til at simulera rákið kring og ígjøgnum eina alinót.



Oljufeløg og amerikumenn hava fíggjað
PhD-verkætlanin hjá Øysteini, sum er grundarlagið undir greinini, varð fíggjað av Statoil-samtakinum. Í hesum samtakinum vórðu oljufeløgini Statoil, Phillips, Enterprise og Veba, ið vóru við í fyrsta oljuleitingarumfarinum á føroyska landgrunninum. Mátingarnar í royndarhylinum vórðu eisini stuðlaðar av amerikansku granskingargrunnunum CINEMAR og NOAA.