Náttúruvísindadeildin og Havstovan
10.02.2011
Skriva út

Aling og umhvørvi í Ph.d.-verju

Gunnvør á Norði skal fríggjadagin 11 mars verja Ph.d.- ritgerð sína um aling og umhvørvi. Ritgerðin byggir á mátingar, sum eru gjørdar á Kalbaksfirði seinastu árini.


Tilnevnda dómsnevndin  hevur góðkent ritgerðina, sum hevur heitið ”Impact of organic enrichment on the sediment biogeochemistry and overlying water quality in relation to fish farms in Faroese fjords” , til Ph.d.-verju á Fróðskaparsetri Føroya.


Aling er ein av okkara høvuðsvinnum og nógv alivirksemi er í okkara firðum og sundum. Samstundis eru firðirnir og sundini týdningarmiklar vistskipanir við nógvum og fjølbroyttum plantu- og djóralívi og eru m.a. uppvakstrarøki hjá  toski og upsa. Bæði fyri trivnaðin hjá alifiski og fyri annað lív í okkara firðum og sundum, er umráðandi við hollari vitan um, hvussu aling ávirkar umhvørvið – og øvugt. Slík vitan er neyðug fyri at optimera alivinnuna, samstundis sum aliøkini framhaldandi kunnu vera vælvirkandi vistskipanir.

 

Góð fóðurstýring hevur týdning fyri umhvørvið
Í verkætlanini er kannað, hvussu Kaldbaksfjørður virkar sum vistskipan og í hvønn mun lívrunnið tilfar og tøðevni frá aling ávirka botnin nærhendis alibrúkið og fjørðin sum heild


Millum annað vístu kanningarnar, at tann góða fóðurstýringin í alivinnuni í dag gagnar umhvørvinum. Fóðurspillið er minkað munandi seinnu árini, og tí søkkur nógv minni av lívrunnum  tilfari móti botni, enn tað gjørdi fyrr. Meginparturin av tí, sum søkkur er skarn, og tað slepst ikki heilt undan, at nakað av fóðurspilli er.


Hóast góða fóðurstyring, sóust neilig árin av alingini á botninum beint undir alibrúkunum.  Ein meting varð gjørd av, hvussu skarn og fóður spjaðast við streymi,  meðan tað søkkur móti botni, og hvar tað endar. Um rákið er ov spakt, so upphópast tilfarið á botninum beint undir alibrúkunum, heldur enn at spjaðast yvir eitt størri økið.  Eisini vísti kanningin at botnurin kemur rættuliga skjótt aftur í sína náttúrligu legu, aftaná at alivirksemi er steðgað. Hesi úrslit eru týdningarmikil, tá metast skal um, hvussu væl egnað eitt øki er til aling, og hvussu alingin best kann leggjast til rættis.

 

Føroysku firðirnir gróðrarríkir
Alifiskur letur nógv tøðevni í sjógvin. Hesi kunnu økja um gróðurin á firðunum og sostatt broyta umstøðurnar hjá djórum, sum liva har. Í Kaldbaksfirði –eins og í flestu  av hinum føroysku firðunum, er nógvur gróður. Kanningar vísa, at gróðurin hjá okkum er 2-3 ferðir størri enn í firðunum í grannalondunum. Ùrslitini frá Kalbaksfirði vísa tó, at  sum heild høvdu tøðevni frá alingini lítlan týdning fyri gróðurin, men heldur er tað tann stóra útskiftingin av sjógvi í fjørðinum og tað óstøðuga veðurlagið, sum  er orsøkin til nógva gróðurin.

 

Ph.d.-kandidaturin
Gunnvør á Norði  er bachelor í lívfrøði frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum  og Cand. Scient frá Universitetinum í Århus. Í sambandi við Ph.D. verkætlanina hevur hon verið  knýtt at Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum og hevur havt arbeiðsstað á Havstovuni. Verkætlanin er fíggjað av Statoil, Cheveron Texaco, Geysir, P/F Fiskaaling og Granskingarráðnum.

 

Vegleiðara
Vegleiðarar hava verið Dr. Eilif Gaard,  stjóri á Havstovuni og atknýttur lektari í lívfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, Dr. Knud Simonsen,  lektari í havfrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, og Dr. Ronnie N. Glud, biogeokemikari, sum hevur starvast á Scottish Marine Institute í Oban í Skotlandi, men sum fyri kortum tók við sum  professari á Syddansk Universitet.

 

Dómsnevndin
Í dómsnevndini eru Dr. Marianne Holmer, biogeokemikari og Instituttleiðari á Syddansk Universitet, Dr. Kenny D. Black, leiðari á Økologi deildini á The Schottish Association for Marine Sciences og Dr. Høgni Debes, lívfrøðingur á Havstovuni og atknýttur lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Verjan og ritgerðin eru almenn
Verjan verður fríggjadagin 11. mars kl 13.00 í Innaru Høll á Vinnuháskúlanum í Nóatúni.
Ritgerðin liggur, soleiðis sum er fyriskrivað  í reglugerðini hjá Fróðskaparsetri Føroya, alment frammi á Landsbókasavninum.