24.04.2018
Til lesandi Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Alivøkstur - alternativ matvøruframleiðsla í Tórshavn

Týsdagin 8. mai skipa Tórshavnar Kommuna, Hugskotið og Fróðskaparsetur Føroya fyri tiltaki um alternativa matvøruframleiðslu í hølinum hjá Hugskotinum á 3. hædd í Sjóvinnuhúsinum, Vestaru Bryggju 15.


Hetta verður gjørt í eini roynd at lýsa møguleikarnar í alternativari matvøruframleiðslu. Talan er um eitt seinnapartstiltak, fyri at upplýsa og hugvekja. Tveir av fremstu serfrøðingunum í Norðurlondum innan aquaponiska framleiðslu, Siv Lene Gangenes Skar og Ragnheiður Þórarinsdóttir, luttaka.

Tær fara at vísa okkum hvussu:

  • fiskaskarn kann nýtast sum virðismikil tøð
  • plantur til matna kunnu hjálpa okkum at reinsa umhvørvið
  • stórídnaðarmatvøruframleiðsla kann gerast møgulig innandura alt árið

Til tiltakið hava lesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum sett eina virkandi aquaponics-skipan upp, sum skal vísa á fyrimunirnar við hesum slagi av endurnýtsluframleiðslu.

Skráin er hendan:

  • 14:00 – Vælkomin, te og kaffi
  • 14:05 – Siv Lene Gangenes Skar, NIBIO (NO)
  • 15:00 – Ragnheiður Þórarinsdóttir, Samrækt (IS)
  • 16:00 – Netverkan, okkurt gott til góman og framvísing av aqaponics-skipanini

Siv Lene Gangenes Skar er granskari á NIBIO (Nordisk Institut for Bioøkonomi) í Grimstad/Ås í Noreg. Granskingin hjá Siv Lene snýr seg serliga um burðardyggar matvøruframleiðsluháttir, landbúnaðar- og jarðarbrúk. Hon er leiðari á aquaponisku granskingini víð sílum hjá NIBIO í Grimstad. Veðurlagsbroytingar og førleikamenning í mun til lokala matvøruframleiðslu eru vaksandi partur av hennara gransking.

Ragnheiður Þórarinsdóttir rekur Samrækt (samraekt.is), er leiðari á Svinna (svinna.is) og er serfrøðingur innan fleiri granskingarverkætlanir. Hon var samskipari á EU-verkætlanini EcoPonics (2013-2016), ið hevur ment framleiðsluskipaninir í Spania, Danmørk og Íslandi og er leiðari á EUAquaponicsHub (2014-2018) sum er verkætlan, ið mennir aquaponics í Evropa.

Fyri at lætta um, biða vit teg vinarliga skráseta tína luttøku á

https://www.nyskapan.org/aquaponics       

Freist at skráseta seg er fríggjadagin 4. mai.