University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kirkjan eigur myndina.jpg

(Foto: kirkjan.fo)

Brynhild Thomsen
09.05.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Almenn framløga um religión í Føroyum

Mikudagin frá klokkan 12-13 verður aftur almenn framløga á Søgu- og samfelagsdeildini. Framløgan kallast "Religión í Føroyum: Eitt norðurlendskt undantak?"

Mikudagin 11. mai kl. 12-13 er mánaðarliga fróðskaparflísin aftur á skránni á Søgu- og samfelagsdeildini, og hesaferð snýr evnið seg um religión og sekularisering í Føroyum.

Herfyri skrivaðu Hans Andrias Sølvará, Herit Albinus og Heini í Skorini nýggja vísindaliga grein um religión í Føroyum samanborið við okkara grannalond, og framløgan byggir á hesa grein.

Øll eru vælkomin til framløguna, sum er á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks Gøtu 25.

Greinin er javnlíkamett og prentað í danska vísindaliga tíðarritinum Økonomi og Politik, sum júst hevur givið út serútgávu um religión og politikk. Við støði í komparativum hugburðskanningum um trúgv og lívsáskoðan viðger greinin, í hvønn mun Føroyar eru eitt undantak samanborið við onnur Norðurlond. Kanningarnar geva ábendingar um, at Føroyar eru eitt undantak, tí føroysku úrslitini eru munandi øðrvísi samanborið við úrslitini í Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finlandi.

Umframt kvantitativu úrslitini snýr greinin seg eisini um føroyska trúarsøgu, og hvørji søgulig viðurskifti hava myndað átrúnaðarliga landslagið í Føroyum.

Greinin viðger m.a., hví vekingarrørslurnar, sum fingu fótafesti í Føroyum tíðliga í 1900-talinum, ikki megnaðu at festa røtur í Íslandi. Sostatt er talan um eina tvørvísindaliga útgávu, sum umfatar bæði hagtøl, religiónssosiologi og søgu.

Granskingarráðið hevur fíggjað føroysku kanningina, og greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað saman data. Kanningin er statistiskt umboðandi í mun til kyn, aldur, bústað o.s.fr.

Greinin er opin og kann lesast her.

Her er yvirlit yvir alla serútgávuna um religión og politikk.

Og her er samandráttur av greinini:

”Færøernes står midt i en værdipolitisk kulturkamp, hvor gamle normer bliver udfordret af nye krav og værdier – ofte med de homoseksuelles rettigheder som omdrejningspunkt. Denne kulturkamp handler i høj grad om kristendommens rolle og funktion i færøsk politik, kultur og samfund. Ved hjælp af kvantitative, komparative undersøgelser om folkelige holdninger til religion dokumenterer denne artikel, at Færøerne er en undtagelse i Norden. I lyset af både sekulariseringsparadigmet og dets kritikere undersøger artiklen, hvilke socio-demografiske faktorer der kan forklare religiøs vitalitet, og hvilke specifikke historiske processer der kan tænkes at have banet vejen for de protestantiske vækkelsesbevægelsers opblomstring. Det viser sig, at en periode i begyndelsen af det 20. århundrede er helt afgørende for at forstå Færøerne som en nordisk undtagelse og de polariserende kulturkampe, som kendetegner færøsk værdipolitik den dag i dag.”

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 09 03 At 09 23 26 Miðlaheiðurslønin 2024

    Hvør skal hava ársins miðlaheiðursløn?

  2. Avtala Millum Setrið Og Málráðið Undirskrivað 29082025

    Fróðskaparsetrið og Málráðið gjørt samstarvsavtalu

  3. Screenshot 2025 08 28 At 15 35 16 Hondbóltsmenninir Danmark Norra Og Holland Bjóða Av Kringvarp Føroya

    Føroyskur landliðshondbóltur sum framtíðarfyrimynd?