29.06.2014
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Almenn framløga av bachelorritgerðum - ískoytisútbúgvingin

28. mai var almennur framløgudagur av bachelorritgerðunum hjá 12 lesandi, sum hava staðið ískoytisútbúgvingina. Evnini vóru víðfevnd og áhugaverd. Fitt av fólki var til framløguna.


 

Sjúkrarøktarfrøðingar og umsøkjarar við aðari heilsufakligari útbúgving, útbúnir eftir eldri kunngerðum, hava síðani 2009 kunna tikið ískoytisútbúgving til bachelor.

Áhugin fyri hesari útbúgving hevur verið ógvuliga stórur. Fyrsta árið var talið av umsøkjarum 100, og talið hevur framhaldandi verið rættiliga høgt. Tó verður roknað við, at tørvurin er um at verða nøktaður. Talið av teimum, sum eru liðug við útbúgvingina er nú 86. Tí er ætlanin at útbugvingarmøguleikin steðgar komandi ár og tað merkir, at lesandi bert verða tikin inn einaferð afturat.

Í framtíðini fer Sjúkrarøktarfrøðideildin at bjóða út fyrireikingarskeið á bachelorstigi til tey, sum ynskja at verða tikin inn at lesa á masterskeiðunum. Eisini er ætlanin at halda fram við at bjóða út faklig skeið og at skipa fyri evnisdøgum fyri sjúkrarøktarfrøðingar og onnur við heilsufakligari útbúgving.