20.11.2017
Til lesandi Námsvísindadeildin
Skriva út

Almenn framløga av gransking í dagstovnaleiðslu

Týsdagin 21. november kl. 15 er almenn framløga á Námsvísindadeildini á Frælsinum 20 á Fróðskaparsetrinum av granskingarverkætlanini “Námsfrøðilig leiðsla í dagstovnum” (NLD).


Tað er Jóhannes Miðskarð, ph.d. og adjunktur í námsfrøðligari leiðslu, ið hevur verið leiðari á verkætlanini, sum fer at leggja fram. 

Áður gjørd gransking í námsfrøðiligari leiðslu hevur leingi gjørt okkum var við, at tað, sum leiðararnir siga, at teir leggja dent á í sínari námsfrøðiligari leiðslu, er ikki tað sama, sum námsfrøðingarnir siga, at teir uppfata, hvat teirra leiðarar leggja dent á í námsfrøðiligari leiðsluni.

Endamálið við NLD-verkætlanini er at finna útav, hvørji høvuðssløg av ósambæri eru millum dagstovnaleiðaranna uppfatan og námsfrøðinganna uppfatan. Somuleiðis er eitt endamál at viðmæla, hvat kann gerast við ósambæri, soleiðis at børnini á dagstovnunum í Føroyum fáa møguleikar at mennast best møguligt. 

Øll eru vælkomin.