(Foto: kirkjan.fo)
Brynhild Thomsen
09.05.2022
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Almenn framløga um religión í Føroyum

Mikudagin frá klokkan 12-13 verður aftur almenn framløga á Søgu- og samfelagsdeildini. Framløgan kallast "Religión í Føroyum: Eitt norðurlendskt undantak?"

Mikudagin 11. mai kl. 12-13 er mánaðarliga fróðskaparflísin aftur á skránni á Søgu- og samfelagsdeildini, og hesaferð snýr evnið seg um religión og sekularisering í Føroyum.

Herfyri skrivaðu Hans Andrias Sølvará, Herit Albinus og Heini í Skorini nýggja vísindaliga grein um religión í Føroyum samanborið við okkara grannalond, og framløgan byggir á hesa grein.

Øll eru vælkomin til framløguna, sum er á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks Gøtu 25.

Greinin er javnlíkamett og prentað í danska vísindaliga tíðarritinum Økonomi og Politik, sum júst hevur givið út serútgávu um religión og politikk. Við støði í komparativum hugburðskanningum um trúgv og lívsáskoðan viðger greinin, í hvønn mun Føroyar eru eitt undantak samanborið við onnur Norðurlond. Kanningarnar geva ábendingar um, at Føroyar eru eitt undantak, tí føroysku úrslitini eru munandi øðrvísi samanborið við úrslitini í Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finlandi.

Umframt kvantitativu úrslitini snýr greinin seg eisini um føroyska trúarsøgu, og hvørji søgulig viðurskifti hava myndað átrúnaðarliga landslagið í Føroyum.

Greinin viðger m.a., hví vekingarrørslurnar, sum fingu fótafesti í Føroyum tíðliga í 1900-talinum, ikki megnaðu at festa røtur í Íslandi. Sostatt er talan um eina tvørvísindaliga útgávu, sum umfatar bæði hagtøl, religiónssosiologi og søgu.

Granskingarráðið hevur fíggjað føroysku kanningina, og greiningarfyritøkan Lóður hevur savnað saman data. Kanningin er statistiskt umboðandi í mun til kyn, aldur, bústað o.s.fr.

Greinin er opin og kann lesast her.

Her er yvirlit yvir alla serútgávuna um religión og politikk.

Og her er samandráttur av greinini:

”Færøernes står midt i en værdipolitisk kulturkamp, hvor gamle normer bliver udfordret af nye krav og værdier – ofte med de homoseksuelles rettigheder som omdrejningspunkt. Denne kulturkamp handler i høj grad om kristendommens rolle og funktion i færøsk politik, kultur og samfund. Ved hjælp af kvantitative, komparative undersøgelser om folkelige holdninger til religion dokumenterer denne artikel, at Færøerne er en undtagelse i Norden. I lyset af både sekulariseringsparadigmet og dets kritikere undersøger artiklen, hvilke socio-demografiske faktorer der kan forklare religiøs vitalitet, og hvilke specifikke historiske processer der kan tænkes at have banet vejen for de protestantiske vækkelsesbevægelsers opblomstring. Det viser sig, at en periode i begyndelsen af det 20. århundrede er helt afgørende for at forstå Færøerne som en nordisk undtagelse og de polariserende kulturkampe, som kendetegner færøsk værdipolitik den dag i dag.”