14.06.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Til lesandi Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Almenn postaraframløga á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Mikudagin 19. juni 2019 frá kl. 10 – 12 verður almenn postaraframløga í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum

Høvi verður at síggja postarar, har nýútbúnir Bachelorar í sjúkrarøktarfrøði og Master í fólkaheilsu lýsa tær verkætlanir, sum tey hava gjørt á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum í vár, umframt at práta við tey um verkætlanirnar.

Verkætlanarevnini eru:

Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing

  1. Andalig umsorgan

  2. Avbjóðingar í interkulturella samskiftinum

  3. At liva við typu 2 diabetes

  4. At røkta menniskju við persónsmenskuórógvi

  5. Børn við sálarligum avbjóðingum

Master í Fólkaheilsu

  1. Ein meting av sjúkutilburðum av SpA í Føroyum, ein afturlítandi observatiónskanning

  2. Samband millum D-vitamin og astma í einari føroyskari burðarkohortu