University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Almenn samkoma fyri Jóan Paula Joensen
27.01.2016
Søgu- og samfelagsdeildin

Almenn samkoma fyri Jóan Paula Joensen

Í sambandi við, at Jóan Pauli Joensen, professari, er farin úr starvi, verður bjóðað til almenna samkomu í auluni á Námsvísindadeildini á Frælsinum fríggjadagin 29. januar kl. 15.


Jóan Pauli hevur í mong ár starvast á Fróðskaparsetrinum. Hann var formaður í Setursráðnum, tá ið Setrið enn var akademi, og  hann hevur í tveimum umførum verið rektari á universitetinum Fróðskaparsetur Føroya.

Vísindaliga hevur hann gjørt vart við seg sum siðsøgugranskari og hevur lagt mong týðandi verk úr hondum, eitt nú Færøske sluppfiskere, Fiskafólk, um brúdleyp í I ærlige brudefolk, um grindadráp í Pilot Whaling in the Faroe Islands og nú seinast um matvanar okkara í stórverkinum Bót og biti, ið kom út í fjør, og sum hann fekk M. A. Jacobsens bókmentavirðisløn fyri.

Jóan Pauli var formaður í nevndini, ið gjørdi uppskot til føroyska grundlóg ella stjórnarskipan, sum arbeiðið seinni kallaðist.

Harafturat hevur hann skrivað hópin av greinum, bæði vísindaligar og fólksligar. Hann er eisini er virkin í mest nýtta sosiala miðlinum  um okkara leiðir, Facebook. Jóan Pauli er við øðrum orðum ein maður við fjølbroyttum gávum og áhugamálum.

Nú hann gevst í starvi sínum á Fróðskaparsetrinum, vilja vit nýta høvi at heilsa honum og bjóða vinum og kenningum at gera tað saman við starvsfólkunum á Fróðskaparsetrinum fríggjadagin kl. 15 í auluni á Námsvísindadeildini.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga