08.05.2015
Skriva út

Almennir fyrilestrar í sambandi við norðurlendska EURAXESS ráðstevnu

Í døgunum 26. og 27. mai verður Norðurlandahúsið karmur um norðurlendska EURAXESS-ráðstevnu, sum Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið skipa fyri í samstarvi við NordForsk.


EURAXESS er eitt átak hjá ES-kommissiónini, ið skal taka burtur forðingar fyri fríari flyting av vitan í Evropa, fáa fleiri granskarar, lesandi, vísindafólk og akademisk starvsfólk at flyta millum lond og geva granskarum betri møguleikar at menna sína yrkisleið.

Hetta er triðja norðurlendska EURAXESS ráðstevnan, ið verður hildin, og ætlanin er, at ráðstevnan skal vera eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári.

Í sambandi við hesa ráðstevnu verða tveir almennir fyrilestrar. Tann fyrri, sum Dr Axel Steuwer, menningarstjóri á økismenningarstovninum Invest í Skåne, heldur, hevur heitið "Nýtt altjóða granskingarsetur í Lund - týdningurin fyri norðurlond". Seinni fyrilesturin, ið Klaus Nygaard, stjóri á Grønlands Naturinstitut , heldur, ber heitið "Arktiskt granskingarsamstarv".

Fyrilestrarnir verða í Norðurlandahúsinum týsdagin 26. mai kl. 11.15 og kl. 12.00.

Luttøka er ókeypis.

Nærri kunning um fyrilestrarnar her:


Les um EURAXESS her