University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
korona-mynd-1.jpg

Seks av fremstu serfrøðingunum fara at leggja fram og skifta orð um COVID-19

Brynhild Thomsen
15.06.2020
Setrið Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin

Almennur evnisfundur um COVID-19

Mikudagin 17. juni klokkan 16 skipar Fróðskaparsetrið fyri almennum evnisfundi í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn

Evnið á almenna fundinum verður COVID-19, sum tíðliga í vár setti meginpartin av verðini í undantaksstøðu.

Seks serfrøðingar fara fyrst, hvør á sínum øki, at hava stutta framløgu, og síðani verður orðaskifti um, hvat vit hava lært higartil av tí støðu, sum COVID-19 hevur sett okkum í.

Framløgurnar verða fimm minuttir í part.

Avmarkað atgongd verður samsvarandi almennu tilráðingunum, men Setrið stroymir fundin á youtube.

Leinkið til stroymin er her.

Skráin verður henda:

Klokkan 16:
Magni Mohr, prorektari fyri gransking bjóðar vælkomin.

Shahin Gaini, adjungeraður lektari í infektiónsmedisini:
“Jørðina runt í 80 dagar – frá Wuhan til Tórshavn”.

Debes Christiansen, deildarleiðari á patologisku kanningarstovuni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:
“Frá ILA í laksi til koronavirus í menniskjum”.

Maria Skaalum Petersen, lektari í heilsuvísindum:
”Skuggatalið av korona í Føroyum”.

Heini í Skorini, adjunktur í altjóða politikki, ph.d.:
”Ímillum fólkaræði og serfrøðingaveldi: Fólksligur hugburður til vísindaligar myndugleikar undir korona-undantaksstøðuni”.

Katrin av Kák, námslektari í sernámsfrøði:
“Koronaskúlin – hvussu var hann?”.

Hannes Gislason, professari í kunningar- og samskiftistøkni:
”COVID-19 í Europa – frá Epidemi til Endemi?”.

Orðaskifti undir leiðslu av Brynhild Thomsen.

Ætlandi verður fundurin liðugur umleið klokkan 17.30.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving