University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Almennur fyrilestur
20.06.2011
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin

Almennur fyrilestur

At brúka visuell háttaløg í samfelagsgransking og undirvísing. Hvussu kanst tú gera eina visuella verkætlan?


Í dag heldur russiski antropologurin Dennis Zuev, sum starvast á universitetinum í Lissabon, ein áhugaverdan fyrilestur um visuell háttaløg í samfelagsgransking og undirvísing.

Heiti á fyrilestrinum er: "At brúka visuell háttaløg í samfelagsgransking og undirvísing. Hvussu kanst tú gera eina visuella verkætlan?"

Endamálið við fyrilestrinum er at vísa á møguleikarnar við visuellum háttaløgum í samfelagsvísindi og at vísa á undirvísingarroyndir við visuellum háttaløgum fyri samfelagsfrøðiligar studentar. Eisini verður møguleiki fyri at samskifta um fyrimunir og avbjóðingar við YouTube videogreiningum, myndabaseraðum samrøðum, visuellari etnografi og myndadokumentasjón.

Nakrir av spurningunum nomið verður við eru:


  - Hvat kunnu vit granska við myndum
  - Hvat er ein visuell arbeiðsuppgáva og hvat kann gjøgnumførast við visuellum arbeiðsuppgávum
  - Hvørji eru tey týdningarmestu stigini, tá arbeitt verður við visuellum arbeiðsuppgávum
  - Hví nøkur visuell arbeiðsøki eru vælegnaði undir ávísum umstøðum og onnur ikki
- Hvørjir eru fyrimunirnir og avbjóðingarnar, tá visuell háttaløg verða brúkt í samfelagsvísindi


Fyrilesturin verður á Føroya Læraraskúla, stova 56,  í dag 20. juni kl. 11.00 - 12.30.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast