University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

Wes Stein er leiðandi serfrøðingur í Australia, tá tað ræður um orku frá sólini. Hósdagin heldur hann almennan fyrilestur á Fróðskaparsetri Føroya (Foto: Linda Roche/DFAT, Department of Foreign Affairs and Trade, Australia)

22.09.2026
Setrið Náttúruvísindadeildin

Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

Hvussu kann eitt ótal av speglum miðsavna sólarljós á einum staði og skapa so nógvan hita, at vit kunnu framleiða ravmagn, reka ídnað – og eisini goyma hitan til seinni?

Hósdagin 24. september kemur australski serfrøðingurin Wes Stein á Fróðskaparsetur Føroya at halda almennan fyrilestur um concentrated solar power, sum er sólorkutøkni, har spegl fylgja sólini og savna sólarljósið í eitt ávíst punkt. Har kann sera høgur hiti skapast, sum síðani kann brúkast til eitt nú ravmagns- og ídnaðarframleiðslu.

Wes Stein hevur arbeitt við orku í nærum hálva øld. Fyrstu 20 árini arbeiddi hann við sniðgeving og rakstri av orkuverkum, áðrenn hann fór á stóra australska granskingarstovnin CSIRO, har hann í skjótt 30 ár hevur granskað í sólorku og serliga í concentrated solar power.

Í samrøðu við australska Uttanríkisráðið lýsir hann sjálvur grundhugsanina sum næstan óvanliga einfalda: Tú endurkastar sólarljósið, skapar hita, gert damp – og letur so dampin reka eina turbinu. Men aftan fyri hesa einføldu grundregluna liggja áratíggju av gransking og tøkniligari menning.

Wes Stein og starvsfelagar hansara á CSIRO hava millum annað verið við til at menna bíligari og effektivari heliostat-spegl, sum sjálv fylgja sólini og alla tíðina beina sólarljósið til ein móttakara. Hann var eisini ein týðandi partur av arbeiðinum at byggja fyrsta sólorkutornið í Australia.

Tøknin, sum Stein og starvsfelagar hansara hava ment, er ikki longur bara gransking. CSIRO hevur arbeitt við verkætlanum í eitt nú Japan, Kina, Kili og Kýpros. Stein sigur í samrøðuni, at nógv gransking, ótal av royndum - og mistøkum - hava verið á vegnum, men at tey nú hava megnað at menna tøkni, sum er millum ta fremstu í heiminum.

Ein serligur fyrimunur við concentrated solar power er møguleikin at goyma orkuna sum hita. Tað ger eisini sólorkuna tøka, tá sólin ikki skínur, og samstundis gevur er møguleiki at brúka hitan beinleiðis í ídnaði.

Á almenna fyrilestrinum á Setrinum fer Wes Stein at greiða frá nýggjastu menningini á økinum, hvussu tøknin verður brúkt í dag, og hvørjir møguleikar eru fyri henni í framtíðar orkuskipanum.

Almennur fyrilesturin við Wes Stein verður hósdagin 24. september klokkan 17:30 í stovu 26 á Fróðskaparsetri føroya á Frælsinum 20.

Ókeypis atgongd – og øll eru vælkomin.

Les meira um Wes Stein og sólorkugranskingina hjá CSIRO HER.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00

  2. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  3. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking