University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Almennur fyrilestur um barnsburðartunglyndi
21.08.2015
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Almennur fyrilestur um barnsburðartunglyndi

Tann 2. september kl. 19:00 verður spennandi fyrilestur um barnburðartunglyndi við John Cox, professara emeritus, frá Keele Universiteti.


Fyrilesturin hevur heitið: Perinatal Depression, attachment and the roots of compassion in modern society.
 
John Cox er kendur fyri sítt arbeiði við barnsburðartunglyndi. Í 1987 menti hann saman við Jeni Holden "Edinburgh Postnatal Depression Scale", sum í dag verður brúktur um allan heim. Millum annað hevur John Cox eisini sitið sum aðalskrivari í World Psychiatric Association.
 
Eftir fyrilesturin verður høvi at seta spurningar.
 
Fyrilesturin verður í fyrilestrarhølinum í Jónas Broncks gøtu 25 og verður á enskum.
 
Kaffi og okkurt gott afturvið verður aftaná.
 
Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga